Vejle tapti aftur

Hetta var fimtu ferð í seks dystum, at Viljormur og teir taptu.

Tað gongur einki serligt hjá Vejle, sum eftir eina góða byrjan upp á kappingarárið nú hevur tapt tríggjar á rað, fimm seinastu seks dystirnar, og er á triðaftasta plássi í næstbestu donsku deildini.

Í kvøld var Vejle á vitjan hjá FC Roskilde, og her var Viljormur Davidsen, sum spældi á vinstra bakki, liðskipari. Hann er annað val sum liðskipari, og í kvøld var vanligi liðskiparin, Steffen Kielstrup, ikki við.

FC Roskilde legði seg á odda longu í 2. minutti, og hóast Agon Micculi javnaði fyri Vejle í 76. minutti, so fór heimaliðið avstað við øllum, tá ið Stefan Hansen skeyt sigursmálið í 87. minutti.

Næsti dystur hjá Vejle verður tann 23. oktober, tá ið eitt annað føroyingafelag, Vendsyssel FF, kemur á vitjan.