Vejle tættari niðurflyting

Christian Høgni Jacobsen var ikki við, tá Vejle á heimavølli legði rygg til stórtap ímóti AB


SUPERLIGAN

Christian Høgni Jacobsen var ikki á vøllinum, tá Vejle sunnudagin hevði vitjan av AB úr Keypmannahavn. Akademisk Boldklub hevur rættuliga funnið stílin, síðani teir í fjør og í vár seldu fleiri av bestu spælarunum. Her verður eitt nú hugsað um Brian Steen Nielsen, René Henriksen, Jan Michaelsen, Steven Lütju og Martin Albrechtsen, sum nú er miðverjuálit í FCK.
Hesa ferð vunnu teir í AB 4?0, og dagsins maður var superveteranurin, Heine Fernandez, sum AB í vár keypti frá FCK. Superveteranurin skoraði innanfyri seytjan minuttir trý mál.
AB fekk ikki fyrsta málið fyrrenn í 63. minutti. Í Vejle vóru teir misnøgdir við, at teir ikki í 1. hálvleiki komu á odda. Í 10. minutti tóktist tað sum um at álopsspælarin Ulrik Balling sendi í stólpan, men í Vejle vildu teir vera við, at bólturin fór í málið og støkk út aftur á vøllin, tí hann hevði rakt í ein jarnstólpa. Men tað dugdu dómarin og linjudómarin ikki at síggja.

AGF fekk stig
Vejle er triði niðast, og støðan hjá teimum versnaði eitt vet sunnudagin. Lyngby er longu flutt niður, og AGF er á hinum niðurflytingar plássinum. Sunnudagin høvdu teir vitjan av AaB. AGF var frammanfyri bæði 1?0 og 2?1, og teir í Aarhus harmaðust um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll trý stigini. Mikkel Beck javnaði við brotssparki, tá tað restaðu fimm minuttir.
Men AGF fekk eitt stig, og harvið tóku teir seg eitt sindur inn á Vejle. Sunnudagin skal Vejle spæla í Viborg, meðan AGF skal spæla á útivølli ímóti AB. Tað verður ikki fyrrenn mánakvøldið.
Esbjerg hevði ikki skorað í fýra dystum, tá teir sunnudagin fingu vitjan av Viborg. Heimaliðið misnýtti eina røð av málmøguleikum, men tað kundi ikki taka gleðina frá teimum yvir, at tað eydnaðist teimum at skora eitt mál og harvið at vinna øll trý stigini.
Silkeborg, sum hevði beina kós ímóti niðurflyting, tá teir í heyst góvu Benny Johansen sekkin, tykist hava bjargað sær plássinum í bestu deildini. Hesa ferð høvdu teir vitjan av OB, sum hevur staðið seg so væl í vár. OB var á odda 2?0, men Silkeborg megnaði at koma afturíaftur og at javna til 2?2. Tað boðar frá, at moralurin er í lagi.
Umframt omanfyri nevndu dystirnar verður spælt soleiðis sunnudagin: OB?Esbjerg og FCM?Lyngby. Men áðrenn danir koma so langt, skulu teir í annaðkvøld spæla landsdyst á heimavølli ímóti Ísrael.