Aftur í kvøld boðar 07 Vestur frá, at nýggjur spælari er lagstur aftrat har vesturi.
Talan er um Mathias Voss, sum er 19 ára gamal dani.
07 Vestur skrivar:
Mathias er uppvaksin í Herning Fremad og síðani í FC Midtjylland, men flutti til Vejle har hann koma á akademiið. Í hesi tíðini fekk hann eisini nakrar dystir á donsku U18 og U19-landsliðunum, umframt debut á besta liðinum hjá Vejle, í steypakappingini.
Ungi danin hevur spælt mest í høgru síðu, mest í verjuni, men eisini í høgru síðu á miðjuni, har vit helst skulu vænta at síggja hann hjá 07 Vestur.
Mathias er komin til landið, og er longu við í kvøld í venjingardystinum á Toftum móti B68, skrivar 07 Vestur.
Venjingardysturin á Svangaskarði í kvøld millum B68 og 07 Vestur endaði 0-0.
Sáttmálaskeiðið hjá Mathias Voss í Vejle var liðugt á nýggjárinum. Síðani síðsta summar var hann partur av A-hópinum í Vejle, og eftir at sáttmálaskeiðið var av, er hann nú í 07 Vestur.











