Vejle spælir lykladyst

Hjá útisetunum hetta vikuskiftið, spæla Viljormur Davidsen og Vejle mest týdningarmikla dystin

Av okkara útisetum, eru tað enn bert teir sum spæla í Danmark, sum eru farnir í gongd við heimligu kappingarnar enn. Bæði besta og næstbesta deildin í Danmark koyra í løtuni við fullari ferð, meðan útisetarnir í Íslandi og í Noregi, ikki eru byrjaðir í sínum deildum enn.

 

Vejle spælir lykladyst

Av útisetunum í Danmark um vikuskiftið, spæla Viljormur Davidsen og Vejle mest týðandi dystin. Vejle er byrja illa eftir vetrarsteðgin, har felagið hevur tapt báðar sínar dystir. Tí er gloppið niður til niðurflytingarstrikuna minka nógv, har Næstved á næstaftasta plássinum í næstbestu donsku deildini, nú av álvara er farið at anda í nakkan á Vejle á triðaftasta plássinum. Í morgin spælir Vejle á útivølli móti aftasta liðnum í deildini, AB, og er talan um ein lykladyst fyri Vejle, um felagið ikki skal enda av álvara í niðurflytingarstríðnum.

 

Fremad Amager óvæntað í uppflytingarstríðnum

Felagið sum Vejle kappast ímóti, Næstved, spælir ímóti einum øðrum felagið við føroyskum ískoyti. Teir møta nevniliga Fremad Amager, sum hevur Finnur Justinussen og Heina Vatnsdal í hópinum. Heldur óvæntað er Fremad Amager enda í oddastríðnum í næstbestu deildini, eftir at teir annars eru uppflytarar í deildini. Megna teir at vinna útidystin í Næstved, fer Fremad Amager av álvara at blanda seg í uppflytingarstríðið til at flyta upp í Superliguna.

 

Vendsyssel spælir mánakvøldið

Tríggir aðrir føroyingar hava sína dagligu gongd í næstbestu deildini eisini. Teir eru Meinhard E. Olsen og René Shaki Joensen sum spæla fyri Vendsyssel og Jákup Thomsen, sum spælir fyri Skive. Av teimum er tað bara Meinhard E. Olsen, sum um vikuskiftið er tøkur. Hann skal mánadagin í dyst fyri Vendsyssel, sum á heimavølli møta FC Helsingør.

 

Helst bara Hallur í Superliguni

Av okkara útisetum í bestu donsku deildini, eru útlit fyri at tað bara verður Hallur Hansson, sum fer at spæla um vikuskiftið. Hallur Hansson og AC Horsens spæla á útivølli móti Esbjerg. Jóan Símun Edmundsson er stórliga ivasamur til dystin hjá OB í morgin móti AGF, eftir at hann hevur meitt sær knæðið, meðan Teit Jacobsen, helst ikki fer at koma á vøllin fyri Sønderjyske í morgin móti Randers FC.

 

 

Útisetar:

 

Sunnudagin Superligan:

AGF – OB Jóan Símun Edmundsson

Esbjerg FB – AC Horsens Hallur Hansson

Sønderjyske – Randers FC Teit Jacobsen

 

Sunnudagin 1.división:

AB – Vejle Viljormur Davidsen 

Næstved – Fremad Amager Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen

Nykøbing FC – Skive Jákup Thomsen

 

Mánadagin 1. División:

 

Vendsyssel – FC Helsingør Meinhard Olsen