Vejle skiftir eisini venjaran

Viljormur Davidsen og Vejle skulu eisini hava nýggjan venjara

Dagin eftir at føroysku leikararnir í Vendsyssel fingu nýggjan venjara, hevur Viljormur Davidsen í Vejle eisini fingið nýggjan venjara.

 

Tað eru seinastu úrslitini hjá Vejle, sum gera, at Vejle hevur valt at steðga samstarvinum við venjaranum, Kleper Saarenpaa.

 

Felagið og venjarin eru bæði samd um, at tað er rætt at steðga samstarvinum, sum er steðgað við sorgblýdni.

 

Formaðurin, Gert Eg, sigur við heimasíðuna hjá Vejle.

 

-       Tað er við sorgblýdni at vit siga farvæl við Kleper. Men bæði Kleper og felagið hava viðgingið, at tað er neyðugt at steðga samstarvinum. Kleper Saarenpaa hevur verið ein frálíkur maður fyri Vejle, og er ein sera dugnaligur og kompetentur venjari.

 

Nýggjur venjari í felagnum er ítróttarstjórin, Steen Thychosen, sum nú bæði verður ítróttarstjóri og høvuðsvenjari, tað sum eftir er av kappingarárinum.