Næstbesta danska deildin fór undir nýggja kappingarárið í hesum vikuskiftinum. Vejle var í Køge, har teir taptu 5?1. Í venjingardystunum upp undir kappingarbyrjan hevur Christian Høgni Jacobsen fleiri ferðir verið ímillum teir fyrstu ellivu. Onkra ferðina hevur hann verið í álopinum, og aðrar ferðir hevur hann verið á vongverjanum í høgru.
Tá ið Vejle var í Køge hevði nýggi venjarin, fyrrverandi álopsspælarin hjá Vejle, Steen Thychosen, sum eisini hevur roynt seg uttanlands og á danska landsliðnum, valt at seta Christian Høgna á beinkin.
Vejle liðið er rættuliga ungt. Miðalaldurin er 20 ár, og teir hava undirstrikað, at tað er ikki nakað avgjørt mál, at teir í hesum kappingarárinum skulu vinna seg uppaftur í bestu deildina, sum tað er eitt ár síðani, at teir duttu niður úr.
Í Køge sást, at tað verður strevið hjá Vejle. Teir taptu 5?1. Støðan í hálvleikinum var 3?0, og sami spælari hevði eftir átta minuttum skorað øll trý málini. Danskir fjølmiðlar siga, at Køge, sum er flutt niður, var so nógv betri enn Vejle, og teir vísa á, at úrslitið ber boð um, hvussu stórur munur tað er á tveimum teimum bestu deildunum. Køge stóð seg ikki í superliguni, men ímóti einum av teimum, sum í fjør stóð seg frægast í næstbestu deildini, vunnu teir stórt.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð Christian Høgni settur á vøllin. Hesa ferð var tað sum annar av álopsmonnunum, men tað var ikki hann, sum skoraði einsamalla Vejle málið.
Silkeborg flutti niður í summar, og teir fingu góða byrjan í næstbestu deildini, eftir at teir í 16 ár høvdu verið í bestu deildini. Silkeborg vann 6?0 á B1913, sum í fjør akkurát megnaði at sleppa undan niðurflyting.
HFK Sønderjylland hevði vitjan av Randers FC, sum ikki hevur Atla Gregersen í hópinum longur. 4.473 áskoðarar møttu í Haderslev. Tað er sjáldsama nógv í 1. deild, og teir vóru allir í góðum hýri, tí heimaliðið vann 5?3.
Johan Byrial Hansen og AC Horsens høvdu vitjan av Brønshøj, sum varð sent aftur til Keypmannahavnar við 2?0 tapi. Eitt av mest óvæntaðu úrslitunum var, at Skjold, sum í fjør stóð seg so sera væl, á heimavølli skuldi tapa 3?2 ímóti Fremad Amager, sum eftir fleiri ár í triði bestu deildini nú var aftur í 1. deild.