Vejle ruddar út

Millum teir fýra leikararnar, Vejle ikki ynskir at leingja sáttmálan hjá, eru tveir framherjar, sum hava kappast við Christian Høgna Jacobsen um pláss á Vejle-liðnum

Tá Christian Høgni Jacobsen aftur fer undir at venja við Vejle eftir summarfrítíðina, verða eftir øllum døma fleiri leikarar burtur. Teir fýra, Jerry Brown, Michael Blom, Lasse Lauth og Kenneth Knudsen, hava allir fingið at vita frá leiðsluni í Vejle, at felagið ikki ynskir at leingja sáttmála teirra, sum allir ganga út í summar.

Bæði Jerry Brown og Michael Blom er framherjar, sum hava kappast við Christian Høgna um pláss á Vejle-liðnum, men teir verða so ikki at finna í Vejle eftir summarsteðgin.

Runavíkingurin var fastur maður undir fyrrverandi venjararnum, Frank Petersen, men eftir venjaraskiftið, hevur føroyski framherjin havt ilt við at býta seg fastan á Vejle-liðið. Vegna vantandi spælitíð var Christian Høgni skjótur at taka av tilboðum at verða leigaður til barndómsfelagið NSÍ fram til summarsteðgin.