SUPERLIGAN
Vejle varð hølvað av sunnudagin. Teir vóru í Viborg, og har var eingin ivi. Heimaliðið vann 4?1. Tað var ikki fyrrenn tað bara restaði ein minuttur, at Vejle minkaði um munin. Málskjútti var Alex Nørlund.
Vejle venjarin, Frank Petersen, var alt annað enn blíður. Hann ásannaði, at fýra av føstu monnunum vóru burturfrá, og at tað tískil vóru nógvir eykamenn á liðnum. Hann helt ikki, at nakar á liðnum hevði staðið royndina:
? Stríðsviljin var ikki nóg góður. Eg veit ikki heilt hví, men tað kemur mær fyri, at tað bilti hjá spælarunum at savna hugsanirnar um hesa uppgávuna. Ivaleyst hevur nógva tosið um tey trý stigini, sum vit í vikuni vunnu, tí AB hevði brotið reglurnar, órógvað á ein ella annan hátt, helt Vejle venjarin.
Ovfarnir
Brent barn ræðist eld, plagar at verða tikið til. Soleiðis sær tað út til at vera í superliguni í hesum døgum. Einki av feløgunum ynskir at koma í ta støðuna, sum AB kom í, eftir at teir í síðstu viku høvdu vunnið 4?0 á Vejle. Tá vísti tað seg, at teir høvdu havt fýra fremmandar spælarar á liðnum. Tað er ikki loyvt at hava fleiri enn tríggjar spælarar aðra staðni frá enn úr ES londunum. Mistakið hjá AB hevði við sær, at ítróttarstjórin hjá teimum, Per Frimann, sum fyri einum fimtan árum síðani var eins sera dugnaligur miðvallari á danska landsliðnum, legði frá sær síðst í vikuni.
Vejle venjarin, Frank Petersen, tykist ikki kenna serliga nógv til Føroyar og støðuna hjá Føroyum, tá tað ræður um ES. Eftir dystin sunnudagin hevði hann hesa søguna at siga:
? Vit kannaðu hjá DBU, hvussu tað stóð til við spælarunum hjá okkum. Christian Høgni Jacobsen er føroyingur og tískil úr danska kongaríkinum. Tí var eg ovfarin av, at hann skuldi roknast uppí útlendingakvotuna. Hóast Føroyar eru partur av danska ríkinum, so eru Føroyar ikki limir í ES. Tað visti eg ikki av, segði Vejle venjarin.
Christian Høgni Jacobsen var ímillum teir fyrstu ellivu á Vejle liðnum. Tað eydnaðist honum ikki at skora mál, og fjølmiðlarnir vóru ikki so blíðir. Í einum av dagbløðunum fekk føroyski landsliðsmaðurin vánaligasta skoðsmálið av øllum teimum, sum høvdu verið á vøllinum. Í bitunum, sum vóru í sjónvarpinum, sást, at Christian Høgni var ikki sørt ágangandi, men hann var enn eina ferð óheppin, tá hann var komin í brotsteigin og royndi at sneiða framvið málverjanum..
Tætt i botninum
Lyngby tapti sunnudagin 4?0 á útivølli í Ikast ímóti FCMidtjylland. Tað var, sum tað frammanundan varð roknað við. Lyngby er longu flutt niður í næstbestu deildina, men tað er nógv stríð um at sleppa undan næstaftasta plássinum.
Eitt av liðunum, sum er illa stætt, er AGF. Teir spældu ikki sunnudagin. Í gjárkvøldið skuldu teir spæla ímóti júst AB.
Silkeborg er triðja liðið, sum stríðist fyri at sleppa undan næstaftasta plássinum. Teir stóðu seg væl í Parkini, men teir fingu einki við til hús, og harvið eru teir framvegis í stórum niðurflytingarvanda, sjálvt um tey flestu í donskum fótbólti halda, at Silkeborg vísir so mikið góðan fótbólt, at tað er lítið sannlíkt, at teir flyta niður. Men so er neyðugt, at teir vinna onkrar dystir og harvið vinna stig.