Vejle misbrúkti brotsspark

Viljormur Davidsen fekk fulla spælitíð, tá Vejle aftur spældi javnleik í gjár

Í gjár var dystur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Vejle og Roskilde á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle. Dysturin endaði við málleysum javnleiki 0-0, sum 1.700 áskoðarar vóru vitni til.

 

Talan gjørdist um fulla spælitíð til føroyska landsliðsbakkin, Viljorm Davidsen. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini fekk Vejle ein risastóran møguleika at leggja seg á odda. Tíverri brendi Simon Nagel fyrsta brotssparkið, sum Vejle hevur fingið tillutað í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, síðani 26. oktober í 2014.

 

Vejle hevur tvey stig fyri tveir dystir. Hóskvøldið 4. august verður føroyingauppgerð norðuri í Hjørring, tá liðið hjá Rene Shaki Joensen, Hákuni Edmundssyni og Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF tekur ímóti Vejle.

 

Vendsyssel FF spælir útidyst ímóti Nykøbing sunnudagin. Hitt føroyingafelagið, Fremad Amager tekur sunnudagin ímóti Fredericia. Báðir dystirnir byrja klokkan 12.45 sunnudagin.