Vejle hongur í

Christian Høgni Jacobsen var á beinkinum, tá teir mikukvøldið vunnu tepran heimasigur í steypakappingini

ÚTISETAFELAG

Vejle, sum hevur Christian Høgna Jacobsen ímillum spælararnar, megnaði mikukvøldið at spæla seg í fimta umfarið í steypakappingini. Í fimta umfarinum, sum verður spælt mikudagin 6. november, skal Vejle á útivølli spæla ímóti Næstved.
Christian Høgni Jacobsen var ikki millum teir fyrstu ellivu mikukvøldið.
Dysturin endaði 1?0 til Vejle. Málið fingu teir, tá eitt korter var farið. Tað var álopsmaðurin Jerry Brown, sum átti síðsta fótin á. Talan var um so javna uppgerð, sum tað kundi roknast við, tá Vejle og HFK Sønderjylland spældu. Hesa ferð var dysturin í Vejle. Sunnudagin spældu liðini landskappingardyst á heimavøllinum hjá HFK í Haderslev. Ta ferðina vann Vejle eisini 1?0.
Sunnudagin fer Vejle at spæla í landskappingini á heimavølli ímóti Skjold. Hetta liðið úr Keypmannahavn hevur staðið seg betri í hesum kappingarárinum, enn nakar hevði roknað við. Síðsta dømið um hetta var mikukvøldið, tá teir á heimavølli vunnu 4?2 í steypakappingini ímóti Randers Freja, sum telist millum fremstu liðini í 1. deild.