Nú tvey umfør eru farin av 1. deild í Danmark, eru tað bert tvey feløg, ið hava fingið fulla úrtøku úr báðum teimum fyrstu dystunum.
Vejle og Ølstykke hava bæði seks stig, men felagið hjá Christian Høgna hevur betri málmun, og er tí fremst í deildini. Sunnudagin hevði Vejle vitjan av Hvidovre, og vunnu sannførandi 4-1.
Christian Høgni aftur í álopinum
Í dystinum ímóti fyrrverandi felagnum hjá Óla Johannesen, Hvidovre, var føroyingurin aftur at síggja á álopinum.
Í fyrsta dystinum í landskappingini í ár, var Christian Høgni á vongverjanum, men sunnudagin hevði Vejle-venjarin valt at nýta runavíkingin heilt frammi í álopinum undir liðini á Jerry Brown. Hetta hevði við sær, at nýggji álopsleikarin í Vejle, Michael Blom, mátti taka til takkar við einum plássi á beinkinum.
Christian Høgni var ikki millum málskjúttarnar, men hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Michael Blom loysti Jerry Brown av í 70. minutti, so avrikið hjá føroyinginum má verið á góðari leið.
Á heimasíðuni hjá Vejle stendur, at Christian Høgni hevði ein roynd eftir tíggju minuttir, tá hann gjørdist leysur við málverjanum, men skotið fór uppum málið.
Vejle kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Klaus Eskildsen skallaði bóltin framvið málverjanum hjá Hvidovre. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki fingu Vejle trý mál aftrat, meðan Hvidovre minkaði um í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Málskjúttar í seinna hálvleiki hjá Vejle vóru miðvallarnir Lasse Lauth og Kern Lyhne, sum skeyt tvey mál.
Vejle -venjarin, Frank Petersen, var vælnøgdur við avrikið hjá sínum monnum, og segði eftrir dystin, at sigurin var fult uppiborin.