DANMARK 1. DEILD
Í Vejle hevur tað leingi verið buldraligt fíggjarliga. Men á vøllinum hevur tað gingið væl síðstu dagarnar, og Christian Høgni Jacobsen hevur verið partur av liðnum, sum tað hevur gingið væl hjá.
Mitt í síðstu viku spældi Vejle í steypakappingini á útivølli ímóti FC Nordjylland. Heimaliðið gjørdi skjótt av og var á odda 2?0, áðrenn Vejle hevði fótað sær. Men so eydnaðist tað at javna til 2?2. Einki mál kom í longdu leiktíðini, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Endaliga úrslitið var 7?6 til Vejle.
Christian Høgni Jacobsen varð skiftur inn í 69. minutti.
Sunnudagin var Vejle aftur á útivølli. Hesa ferð vóru teir í hinum endanum av Jyllandi, tí HFK Sønderjylland var mótstøðuliðið. Christian Høgni Jacobsen var allar 90 minuttirnar á vongverjanum í høgru, og tað fekk væl. Vejle vann 2?1, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri 1?0. Fyrra málið fingu teir longu í 2. minutti og tað seinna fingu teir, tá ein hálvur tími var farin. 2. hálvleikur var tríggjar minuttir gamal, tá heimaliðið minkaði um munin.
Michael Blom skoraði fyrra málið, og hann hevði góðan møguleika beinanvegin aftaná at økja, eftir at Christian Høgni Jacobsen hevði spælt hann leysan. Seinna málið skoraði Lasse Lauth.
Freja framvegis fremst
Randers Freja hevur tikið øll á bóli við at leggja seg á odda og við at megna at varðveita oddasessin. Hesa ferð vóru teir í Århus, har FC verður mett at vera torført mótstøðulið. Men krúnjydarnir vunnu 2?1.
Herfølge vann triðja sigurin upp í slag. Teir sendu B93 aftur til Keypmannahavnar við 1?0 tapi, og harvið er Herfølge framvegis næstfremst.
Ølstykke legði bragdliga fyri í summar, og Frem hevur verið roknað sum møguligt uppflytaraevni. Dysturin teirra millum í Valby endaði 3?3.