DANMARK 1. DEILD
Vejle er á triðja plássinum í næstbestu deildini. Sunnudagin vunnu teir 3?0 á heimavølli ímóti B1913 úr Odense. Christian Høgni Jacobsen var vongverji í høgru, og hann spældi alla tíðina.
Spælið var ikki so sannførandi hjá heimaliðnum. Í 1. hálvleiki var B1913 meiri ágangandi, og teir høvdu onkrar møguleikar at gera mál, men tað var málleyst í steðginum.
Bara 28 sekund vóru farin av 2. hálvleiki, tá Vejle legði seg framum. Tommy Knudsen sendi bóltin innfyri, eingin fekk tak á honum, og so sigldi hann í málið. Hóast leiðslumálið til heimaliðið, so vóru gestirnir framvegis væl við. Men tá Vejle eftir ein tíma fekk brotsspark, var tað greitt, at øll stigini fóru at vera í Vejle. Liðformaðurin Calle Facius varð feldur í gjøgnumbroti í høgru, og hann skoraði sjálvur.
Tá tað restaðu átta minuttir staðfesti álopsmaðurin Jerry Brown.
Einki lag
Hóast Vejle er nummar trý, og teir harvið eru væl við í kappingini at sleppa upp aftur í superliguna, so hevur fótbóltslagið í Vejle ofta verið betri, enn tað er nú. Í góða summarveðrinum, sum ongan endi tykist vera á í Danmark, vóru 1.138 áskoðarar møttir í Nørreskóginum. Sammett við aðra staðni, har teir spældu í 1. deild, var talið ikki so galið, men sammett við, hvussu nógvir áskoðarar plaga at vera til fótbólt í Vejle, so var talið einki at reypa av.
Timburmenninir eftir niðurflytingina í summar gera framvegis um seg. Tað verður roknað við, at niðurflytingin kostaði fýra milliónir krónur.
Í vikuskiftinum var greitt, at Vejle ongan høvuðsstuðul fer at hava um tvær vikur. Tann, sum hevur verið fyribils stuðul, meðan teir hava leitað eftir einum nýggjum, hevur nú tikið seg aftur. Tað ger hann sum mótmæli ímóti, at Vejle fyrr í summar segði stjóran úr starvi. Tað gjørdi Vejle fyri at spara, og nú tykjast teir vera í óndu ringrásini, sum tað altíð er torført at sleppa burturúr aftur.
Oddaliðini snávaðu
Undan hesum umfarinum var Ølstykke á odda í næsrbestu deildini. Teir taptu púra óvæntað á heimavølli ímóti B93. Frem hevur eisini verið roknað millum bestu boðini upp á uppflyting. Eisini teir snávaðu á heimavølli ímóti einum av teimum smáu. Skjold vann 2?0 í Valby.
Randers Freja er nýtt oddalið. Men teir fingu heldur ikki fulla úrtøku. Fredericia, sum eina góða løtu spældi við tíggju monnum, megnaði 1?1 í Randers.
HFK Sønderjylland kom nærri toppinum, tá teir vunnu 3?0 í Hellerup ímóti HIK.
FC Aarhus nýtti eisini høvið at klatra nærri toppinum, tá teir í Odense vunnu 1?0 á B1909, og Horsens vann 3?1 á Tingbjerg stadion í Keypmannahavn ímóti Brønshøj. Johan B. Hansen telist nú millum spælararnar hjá Horsens, har hann eisini var, áðrenn hann flutti til OB. Men hann var ikki við í Brønshøj, tí hann er skaddur.
Herfølge og Hvidovre skuldu spæla í gjárkvøldið.