Vejle bjargaði sær eitt stig

Viljormur Davidsen var við í javnleikinum, sum varð tryggjaður í evstu løtu.

Vejle við Viljormi Davidsen á vinstra bakki allan dystin fekk í dag vitjan av FC Helsingør, sum er eitt av teimum liðunum, ið hevur lagt best frá landi í næstbestu donsku deildini nú fýra umfør eru spæld.


Philip Zinckernagel legði gestirnar á odda beint undan hálvleikssteðginum, og eftir tímaslagið var tað fyrrverandi B36-leikarin, André Riel, sum økti til 2-0.


Vejle kom tó væl aftur í aftur í evstu løtu. Fyrst minkaði Dominic Vinicius til 2-1 tríggjar minuttir fyri leiklok, og í yvirtíðini syrgdi D'Avila Ba Loua fyri einum 2-2-javnleiki.


Við javnleikinum í dag er Vejle framvegis ósigrað. Ein sigur og tríggir javnleikir hava syrgt fyri, at Vejle í løtuni er á fjórða plássi.