Veittra farvæl til dieselbilar

Um 10 ár eru eingir dieselbilar eftir í Evropa, væntar Renault.

 

Líkt er til, at dieselbilar eru ein farin tíð. Evropisk lóggáva verður í næstum broytt og herðir krøvini til umhvørvisgóðkenning hjá motorum. Franski bilframleiðari Renault væntar, at hetta verður banin hjá dieselbilinum.

 

Í takt við at el- og brintbilar gerast bíligari og battaríini betri, verður dálkandi dieseloljan skumpa av vegnum.

 

Dieselmotorar kosta væl meiri enn bensinmotorar, og tá prísmunurin millum bensin og diesel ikki er hægri enn hann er í flestu londum í Evropa, loysir tað seg ov illa, at halda á við at framleiða dieselmotorar, sigur Renault. Harumframt dálka dieselmotrar meiri og tað verður alsamt verri at halda treytirnar til umhvørvisgóðkenning.

 

Renault er longu givið at seta dieselmotorar í sínar minnu bilar, so sum Twingo, og felagið væntar sjálvt, at innan 2020 fáast heldur ikki eitt sindur størri bilar, so sum Renault Clio ella Ford Fiesta, við dieselmotori.

 

Innan 2025 væntar Renault, at teir flestu størri bilframleiðarar eru givnir við dieselbilum.