Veitt síðsta hvalin

Sunnukvøldið fekk íslendski hvalabáturin Dröfn tann seinasta av teimum 200 sildrekunum, sum íslendingar hava veitt til vísindaligar rannsóknir tey seinastu fýra árini.

 Ætlanin við kanningunum var millum annað at kanna, hvat sildreki etur. Tær fyrstu kanningarnar bendu á, at hvalurin át meiri tosk og sardinir og minni lodnu, enn menn høvdu hildið, men eftir teimum seinastu kanningunum etur hvalurin meiri sardinir nú enn fyrr.