1.Brúka ikki toyserviettin at turka munnin við. Hann skal liggja á fanginum, meðan tú etir
2.Borðharrin situr vinstrumegin damuna, og hann sær til, at hon hugnar sær undir borðhaldinum – eisini um hon er ein gomul tanta
3.Tað er ein ósiður at dominera skiparan í føroyskum dansi
4.Brúka fyrst tað uttasta bestikkið, og síðan tað næstuttasta og so framvegis.
5.Tosa ikki um viðbrekin evni við fólk, tú ikki kennir væl. Til dømis politikk, religión, fólkasløg og pengar.
6.Borðplanurin verður lagdur soleiðis, at nærmasta familjan situr tættast við vertirnar. Síðan vinnur aldur yvir ungdóm.
7.Kom til tíðina ella innan fyri eitt kortér ov seint. Kom ongantíð ov tíðliga.
8.Ein góð røða er stuttlig og kærleiksfull. Hon skal snúgva seg um høvuðspersónin og ikki um røðaran. Tað er ikki góður siður at særa høvuðspersónin í røðu ella sangi.