Veitslukvøld á Tvøroyrifyri Guðruni Jacobsen

Í kvøld fara bæði Suður Bio og Tvøroyrar Klubbi at vísa finaluna í Stjerne for en aften á hvør sínum stórskíggja . Føroya Bjór og Restorffs bjóða okkurt afturvið

Stjerne for en aften

Tað er ikki bara fótbóltur sum megnar at savna føroysku tjóðina.
Tað hevur Guðrun Jacobsen á Tvøroyri eisini klárað, nú hon er komin í finaluna í stóru, donsku sangkappingini, ?Stjerne for en aften?.
Og sum tey flestu longu vita, verður finalan í hesi sangkappingini í kvøld.
Og hetta verður eitt tiltak, sum tvørafólk ikki lata fara afturvið borðinum uttan víðari.
Á Tvøroyri ætla tey sær nevniliga at skipa fyri hugnakvøldi í sambandi við finaluna.
Tiltakið verður í Klubbanum, har bæði Klubbin og Suðurbio fara at vísa sjálva finaluna á hvør sínum stórskíggja.
Tiltakið er alment og har kunnu øll, sum hava áhuga, koma saman hugna sær saman við øðrum ímeðan finalan er.
Men samstundis verður gjørt vart við at av tí at tiltakið er í klubbanum, er aldursmarkið 18 ár.
Men tey, sum koma, vera ikki við turran munn, tí tá ið finalan er liðug, fara bæði Restorffs og Føroya Bjór at bjóða fólki okkurt leskiligt afturvið. Tey, sum heldur vilja hava okkurt heitt, kunnu fáa kaffi ella te.
Tað fer eisini at bera til at fáa eisini okkurt undir tonnina afturvið.
Foreldur Guðruna, Gitte og Ási, verða eisini hjástødd í klubbahúsinum hetta kvøldið, har tey fara at vera saman við gestunum.
Men kvøldið efndar ikki, tá ið finalan er liðug, tí seinni um kvøldið verður dansur í klubbanum.

Guðrun hevur møguleikan
Àsi Jacobsen, pápi Guðruna, dylir ikki fyri, at spenningurin er øgiligur uppundir finaluna.
Men hann heldur avgjørt, at hon hevur ein møguleika.
?Eg haldi, at øll, sum eru komin í finaluna, hava møguleika at vinna. Tey eru seks í finaluna og tey duga øll avbera væl at syngja.
Men sum tað sær út frammaundan, verður tað gjørt til, at slagið kemur mest at standa ímillum Guðruna og Tarek. Tey hava heilt hvør sín stíl, Guðrun syngur ein friðaligan sagng, men tað er nógv meiri lív í, tá ið Tarek syngur. So veldst um, hvat fellur betur í oyruni á teimum, sum lurta.
Men Ási heldur avgjørt, at tað kunnu eisini onnur gera seg galdandi, eitt nú heldur hann, at ein, ið nevnist Jacob, saktans kann gera seg galdandi.
Yvirhøvur heldur Ási, at tað kunnu verða teir smáu marginaliarnir, sum gera av, hvør vinnur ella ikki. Eitt lítið kiks hjá onkrum, kann beina fyri dreyminum, so lítið skal til at tað koppar hvønn veg tað skal vera, sigur heldur Ási Jacobsen.