Veitslufólkið bíðaði eftir kavarudding


 

Á Sandoynni kavaði rættiliga illa annað jólakvøld, men hóast tað, hendi einki ferðsluóhapp í oynni orsakað av hálkuni. Hetta komst partvís av, at lutfalsliga fáir bilførarar hættaðu sær út á vegirnar, eftir at kavarokið hevði lagt hesar undir eitt tjúkt lag av kava.

Summa staðni á oynni var so at siga ikki koyrandi annað jólakvøld, og av sýsluskrivstovuni varð mælt fólki til ikki at koyra, fyrr enn kavin var ruddaður burtur.

Dansur var í Virkinum Heima á Sandi, men tá dansurin skuldi enda um fýra tíðina gjáramorgunin, var kavaruddingin enn ikki komin gongd. Bussurin, sum skuldi koyra skálavíkingar heim, hættaði sær ikki avstað, fyrr enn ruddað var, og tí varð avgjørt ikki at koyra fólk úr dansihølinum, fyrr enn koyrandi var. Soleiðis sluppu fólk undan at bíða uttandura í kalda veðrinum.

Um seks tíðina var vegurin ruddaður, og tá kundi dansihølið lata hurðarnar aftur, og bussurin trygt koyra fólk heim til Skálavíkar.