Veitslan aftur á palli

Í samband við sjónleikafestivalin Dagarnir verður væl umtókti leikurin Veitslan aftur settur á pall í Føroyum.

24. til 28. mai verður høvuðsstaðurin karmur um nýggjan sjónleikafestival, Dagarnir. Í fimm dagar, á níggju pallum, við 14 leikum, 21 sýningum og 74 leikarum.

 

Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya verða karmur um festivalin, men eisini vera framførslur aðrastaðni, har vit vanliga ikki fara til sjónleik.

 

Á skránni standa millum annað Dark Side of the Mime hjá finska Takomo Theatre, Veitslan, sum verður aftur á palli í Føroyum og Flugo! hjá The Miracle Nuts. Eisini verður leikurin Eitt Dukkuheim framførdur í onkrum heimi, tó alt er ikki komið heilt upp á pláss enn.

 

Leikarafelag Føroya verður vertur fyri døgunum í tøttum samstarvi við Netverkinum fyri norðurlendskari palllist, Norðurlandahúsið og Tjóðpall Føroya.