Veitslan fyri støk sum var 21. februar 2004 eydnaðist so væl at tey bæði Dagbjørg Hjaltalin og Ólavur Groth nú aftur skipa fyri eini veitslu, sum verður 22. mai.
Seinast vóru gott 200 fólk, og dansað bleiv til "den lyse morgen", og fólk vóru sum heild væl nøgd. Av tí at Hølini vóru minni enn væntað, so tað gjørdist ov drúgv tíð, áðrenn øll høvdu fingið at eta. Hetta hava tey sjálvandi hugsa nógv um, so tað ikki kemur fyri aftur. So tey hava skift høli, so nú verður meira pláss og umstøðurnar betri, siga tey bæði.
Tá vit spyrja, hvat orsøkin er, til at tey skipa fyri einari veitslu afturat, siga tey, at tað vísir seg at vera tørvur á slíkum tiltaki. Tað eru fleiri, ið hava heitt á tey um at skipa fyri enn einari veitslu.
Tey venda sær til støk, sum eru 35 ár og eldri. Á veitsluni verður orkestur við góðum dansitónleiki - mest sokallaðum 60-ara tónleiki.
Pláss er fyri umleið 200 fólk um. Tey fyrstu 150 eru tryggja tilmeldan. Um so verður, at munur er á tilmeldandi imillum kynini, verða tær seinastu 50 tilmeldanir góðkendar eftir kynsbýti, grunda á at fáa ein góðan dans.
Longu nú kunnu tey, ið vilja tryggja sær pláss, rinda peningin til konto nr. 407.410.7. í Suðuroyar Sparikassa. Minnast skal til at kvittanin verður nýtt sum atgongumerki og setast skal navn, bústað og telefonnummar á.
Tiltakið verður lýst í Sosialinum 1. mai 2004. Veitslan kostar 350 krónur. Fyri tað fáa tey góðan mat, undirhald við borði og dansitónleik.
Sum sagt var í Mentunarsendingini hjá Sjónvarpinum, so fara tey støku ikki so ofta út at eta. Tí halda vit at tað er umráðandi at maturin er góður, tí hava vit ein væl útbúnan kokk til at standa fyri tí partinum, siga Dagbjørg og Ólavur.
Veitslan verður í Havn . Tey eru so heppin, at tey hava fingið Pálsstovu, sum liggur í Mykinesgøtu 7.
Pállstova er sera væl egna til hetta tiltak. Har er rúmligt .
Um ikki roykjarar ynskja tað, kunnu tey velja at sita saman undir borðhaldinum, men so skal tað viðmerkjast á kvittani " ikki roykjari"
Aftaná borðhaldið er eisini ein stova, har ikki má roykjast.
Tá vit spyrja, um tað eru tey, sum skipa fyri eini slíkari veitsluni á Toftum fyri støk, siga tey, at tey kenna einki til tað tiltaki og vita heldur ikki hvør stendur fyri tí.
Um áhugi er fyri tí, verður hetta eitt afturvendandi tiltak einar 3 ferðir um árið.
Tey sum vilja vita meira um veitsluna kunnu ringja til Dagbjørg tlf. 258833 ella Ólavur tlf. 220589, best eftir kl 16.00.