Veitsla á Krim

Russlandssinnaðir Krim-búgvar fegnast í kvøld um, at hálvoyggin verður partur av Russlandi.

Hóast tað almenna úrslitið av fólkaatkvøðuni á Krim ikki er komið enn, er veitslurómur nógvastaðni, tí tey Russlands-sinnaðu eru ikki í iva um, hvat úrslitið verður. 

 

Russiska tíðindastovan RIA skrivaði í kvøld, at sambært einari kanning høvdu 93 prosent av veljarunum atkvøtt fyri, at Krim verður partur av Russlandi. 

 

Valnevndin á Krim kunngjørdi í kvøld, at valluttøkan var 83 prosent.  Seinni varð kunngjørt, at tá 50 prosent av atkvøðunum vóru taldar, høvdu 95,5 prosent atkvøtt fyri samanlegging við Russland.

 

Hvítu Húsini í Washington hava enn eina ferð ávarað um, at tað hrnaðarliga virksemið hjá Russlandi á Krim fer at kosta Russlandi dýrt. 

 

-Altjóða samfelagið kann ikki longur góðtaka, at eitt land yvirtekur øki hjá einum øðrum landi, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney.