Veitir tænastu eftir førimuni

Herfyri høvdu vit samrøðu við útróðrarmann í Sandi, sum fýltist á, at teir, sum rógva út í oynni, sjálvir noyðst at syrgja fyri at fáa fiskin á fiskamarknaðin á Toftum, hóast fiskavirki er í oynni. Í Norðdepli og Hvannasundi vilja menn hava skipaða móttøku av fiski, men eina slíka tænastu kann Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík ikki veita teimum

Útróður

 

- Eg skilji væl, at útróðrarmenninir í Sandoynni hava tað ógvuliga trupult, tá ið teir noyðast longu leiðina á Toftir við hvørjum sterti, teir fiska. Eisini her hjá okkum eru ein ávís misnøgd við, at vit ikki hava móttøku av fiski í Norðdepli ella Hvannasundi, men vit halda ikki, at hesin trupulleikin er so stórur.

Tað sigur Pól Fuglø, sum hevur verið landingarformaður hjá Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík síðan 2004.

- Sjálvandi hevði tað verið ynskiligt, at umstøðurnar hjá útróðrarmonnunum um okkara leiðir vóru uppaftur betri, men vit halda ikki, at tænastan er á góðari leið.

Hann vísir á, at útróðrarmenn í Norðdepli og Hvannasundi hava eina skipan við Andreas Poulsen, sum koyrir fiskin hjá teimum til marknaðin í Klaksvík, og síðan tekur hann teimum kassar og ís við norður aftur.

- Útróðrarmenn skulu bara siga frá í góðari tíð, so fáa teir hesa tænastu, ið vit halda er á einari leið í mun til umstøðurnar hjá øðrum útróðrarmonnum kring landið.

Pól sigur, at teir, sum rógva út norðanfyri, gjalda eitt ávíst gjald fyri kilo, tá ið fiskur verður fluttur á marknaðin.

- Landingarmiðstøðin er opin til midnátt, so útróðrarmenn um okkara leiðir kunnu altíð sleppa av við fiskin, leggur hann aftrat.

Hann vísir á, at sambært reglunum kunnu útróðrarmenn ikki longur koyra fiskin til marknaðin í opnum bili, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur, at flutningurin skal vera undir skipaðum viðurskiftum.

- Í Klaksvík veita vit útróðrarmonnum tænastu við landing og ísi. Vit hava bæði krana og truck, og fiskurin verður koyrdur beinleiðis inn á landingarmiðstøðina, sigur Pól Fuglø.