Veitir øllum føroyingum vegleiðing um framtíðarmøguleikar

Um tú ivast, hvat tú skalt gera í framtíðini, og hvussu tú skalt koma har til, so eru vegleiðararnir í Vegleiðingarstovuni fúsir at vegleiða teg óansæð, hvør tú ert, og hvar tú ert í lívinum

Á Hoydalsvegnum 1 í Havn húsast Vegleiðingarstovan, sum er staðið, har til ber hjá øllum føroyingum at fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar-, læru- og starvsmøguleikar.

Vegleiðingarstovan ynskir at vera sjónlig og uppsøkjandi, soleiðis at vegleiðing verður lætt atkomilig fyri allar føroyingar. Nýggju átøkini í hesum sambandi fevna um lívlanga vegleiðing, e-vegleiðing við kjattskipan og vegleiðing um alt landið.

Lívlong vegleiðing fyri øll

Tað eru ikki bara ung, sum eru í iva um lesnað, sum kunnu fáa gagn av vegleiðingini frá Vegleiðingarstovuni. Sum nakað nýtt er nú møguligt hjá øllum føroyingum í øllum aldri at fáa lívlanga vegleiðing frá Vegleiðingarstovuni um alt frá útbúgvingarmøguleikum til starvsmøguleikar og førleikamenning- og meting.

– Her koma javnan vaksin fólk, sum umhugsa at skifta lívsleið, men vita ikki, hvønn tey skulu tosa við, og hvørjar møguleikar tey hava. Vit tosa eisini onkuntíð við foreldur at ungum og vaksnum børnum, sum kunnu vera komin í eina ringa ringrás og vilja broyta kós, fortelur Kristianna Mortansdóttir, verkætlanarleiðari í Vegleiðingarstovuni.

– Av tí at vit liggja so sentralt í miðbýnum, uppliva vit javnan, at fólk støkka inn á gólvið til eitt prát um framtíðarmøguleikar og annað, sigur Holger Arnbjerg, útbúgvingarvegleiðari.

Eitt endamál við lívlongu vegleiðingi er eisini at ávirka samfelagið positivt.

– Vegleiðingin er absolutt samfelagsgagnlig. Hon hjálpir upp á búskapin á tann hátt, at fólk skjótari koma úr arbeiðsloysi og í gongd við tað, tey vilja, sigur Kristianna Mortansdóttir.

Vegleiðing á netinum

Eitt spildurnýtt tilboð hjá Vegleiðingarstovuni er e-Vegleiðing, har til ber hjá øllum at kjatta við ein vegleiðara á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni - vegleiding.fo.

– Hetta er fyri, at vit kunnu røkka betur út til enn fleiri fólk, sum hava hug at tosa um sína framtíð í sambandi við útbúgving, skeið ella arbeiði, sigur Holger Arnbjerg.

e–Vegleiðingin er til taks hvønn týsdag og hósdag millum klokkan 18 og 21. Tað er eisini møguligt at ringja inn á tlf. 200910 og fáa vegleiðing í sama tíðarbili, og haraftrat eru vegleiðararnir raskir at svara teldupostum.

Kjattskipanin er ein fyrimunur fyri fleiri

Í Vegleiðingarstovuni fegnast tey um, at tey nú kunnu bjóða vegleiðing á internetinum.

– Tænastan er sera góð fyri tey, sum av ymsum ávum ikki kunnu koma inn í Vegleiðingarstovuna. Tað kann eitt nú vera orsakað av fysiskum ella sálarligum forðingum. Tað er eisini hent fyri tey, sum sita á bygd, tí so sleppa tey frá at koma til Havnar, um tey hava onkrar spurningar, sigur Kristianna Mortansdóttir.

– Mann er heilt dulnevndur á kjattinum, og tað kann vera ein fyrimunur hjá summum. Tað ber altíð til byrja samskiftið við okkum soleiðis, sigur hon.

Á ferð um alt landið

Eina ferð um mánaðin fer Vegleiðingarstovan á ferð kring landið at vitja í bygdum. Tá fáa fólk møguleikan at tosa við ein vegleiðara andlit til andlits.

Í Vegleiðingarstovuni siga tey, at tað er gott at hitta vegleiðaran persónliga, tí úr samrøðuni spretta nýggj hugskot og møguleikar, soleiðis ber til hjá tí einstaka at fáa sum mest burtur úr vegleiðingini.

Vegleiðingarstovan leggur seg eisini eftir at fáa samband við stovnar í samfelagnum fyri at fortelja um møguleikarnar at leita sær hjálp og vegleiðing hjá Vegleiðingarstovuni.

– Vit hava eitt nú vitjað Almannaverkið, Fountainhúsið, Kvinnuhúsið, Psykiatriska Depilin og Margarinfabrikkina. At fara út og skapa samband til stovnarnar hevur stóran týdning, tí stovnarnir kunnu ikki vita alt um útbúgvingarmøguleikar, førleikamenning og førleikameting. Tí er tað gott hjá teimum at vita, hvussu vit kunnu hjálpa teimum, og tað hevur riggað væl, sigur Kristianna Mortansdóttir.

Nøkur ráð til val av útbúgving

Umsóknarfreistin at søkja inn á útbúgving í Danmark við kvotu 2 er hin 15. mars, og á Fróðskaparsetrinum er freistin 15. apríl.

– Tað er nú, mann skal byrja at hugsa, hvat mann skal gera, um okkurt nýtt skal henda eftir summarsteðgin, sigur Holger Arnbjerg.

Kristianna Mortansdóttir og Holger Arnbjerg hava nøkur ráð til tey, sum skulu til at velja sær útbúgving nú.

– Mann má vita eftir, hvat tað er, mann hevur hug til. Mann skal tíma at fara í gongd, og tað hevur stóran týdning at vera motiverað/ur. Tað er týdningarmikið at seta seg væl inn í tingini og kanna í góðari tíð, hvat útbúgvingarnar snúgva seg um, umframt at tosa við onnur fólk, sum eru innan fyri økið. Tað eru til dømis nógv lestrarfeløg og lestrarvegleiðarar á teimum ymsu útbúgvingunum, sum til ber at venda sær til og hoyra nærri um útbúgvingina, siga tey.