Veitaraskrá sett í verk

Í Aberdeen hósdagin var m.a. kunnað um nakað av tí, sum er komið burtur úr samstarvinum millum oljubólkin hjá Arbeiðsgevarafelagnum og oljufeløgini seinastu mánaðarnar. Ein veitaraskrá innan oljuvinnuna á føroyskum øki er ein partur av hesum


 

Í Aberdeen hósdagin var m.a. kunnað um nakað av tí, sum er komið burtur úr samstarvinum millum oljubólkin hjá Arbeiðsgevarafelagnum og oljufeløgini seinastu mánaðarnar. Ein veitaraskrá innan oljuvinnuna á føroyskum øki er ein partur av hesum


Feløgini sum á sumri fara undir boringar á landgrunninum hava tørv á nógvum ymiskum veitingum og tænastum - alt frá vanligum vørum til frálanda tænastur, ið krevja serkunnleika og royndir.

Nógvar av veitingunum kunnu verða veittar av føroyskum virkjum, men tørvur er á, at oljufeløgini og undirveitarar teirra hava kunnleika til føroysku vinnuna og hvat hon kann bjóða.

Av hesi orsøk hevur oljubólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag roynt at finna bestu loysnina fyri føroyska vinnu viðvíkjandi skráseting í einum veitaragrunni. Og stutt fyri ráðstevnuna hósdagin var komi á mál, skrivar Vinnuhúsið.

Góða loysn

Semja er gjørd millum Arbeiðsgevarafelagið og oljufeløgini um eina loysn sum tryggjar fleiri endamál: - Oljufeløgini og undirveitarar teirra fáa neyðugt innlit í føroysk virkir og tænastur teirra. Føroysk vinna fær kunning um allar veitingar sum oljuvinnan hevur tørv á og føroysk vinna fær at vita hvørji virkir hava fingið einstøku veitingarnar

Skipanin tryggjar sostætt holla kunning til allar partar, og at gjøgnumskygni verður innan oljuvinnuna.

1. mai

Tað verður Vinnuhúsið sum kemur at umsita skipanina, og hava kontaktina við føroysku virkini sum verða skrásett og útlendskar fyritøkur sum gerast haldarar av skipanini. Oljufeløgini koma saman við føroyskari vinnu at mynda ein stýringsbólk, sum eftir tørvi skal viðgera skipanina og møguligar tillæðingar av henni.

Tekniski parturin av skipanini verður gjørdur í samstarvi við Fyrst Point Assesment og Joint Quality scheme, ið reka tilsvarandi skipanir í Bretlandi, Noreg og Danmark. Ætlin er, at skipanin skal verða klár at byrja 1. mai.

Á kunningarfundi fyrst í apríl fer Arbeiðsgevarafelagið at greiða oljuáhugaðum virkjum nærri frá skipanini og hvørji skrásetingarkrøv verða sett til føroyska vinnu, skrivar Vinnuhúsið.