Hjá teimum, ið eru forvitin av lyndi, er 9. mai ein dagur at hava í huga. Tá fær almenningurin nevniliga møguleikan at leita gjøgnum ein part av Panama-skjølunum.
Tað er altjóða felagsskapurin fyri gravandi journalistikk, ICIJ, ið hevur avgjørt at lata almenningin innlit í 214.000 fyritøkur, ið eru nevndar í skjølunum. Talan er um sama felagsskap, ið av fyrstan tíð, samskipaði avdúkingina av teimum 11,5 milliónir skjølunum.
Nøvnini verða almannakunngjørd í einum dátugrunni, ið fer at innihalda nøvnini á 214.000 fyritøkum, umframt partaeigarar og ognarar í feløgunum.
Politiken upplýsir, at tað tó bara verða nøvnini, ið eru knýtt at feløgunum, ið verða almannakunngjørd, og ikki alskyns upplýsingar sum bankakontoir, teldupostar, samskifti, pass og aðrar upplýsingar, ið eru at meta at hoyra til privatlívið.