Løgtingið hevur nú samtykt at geva Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, heimild til at veita 10 milliónir í veðhaldi fyri at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyar. Og tað varð einmælt samtykt.
Bárður á Steig Nielsen, sum er næstformaður í Fíggjarnevndini, staðfestir, at sum tað liggur í kortunum nú, kunnu Føroyar fáa Oyggjaleikirnar aftur í 2029. Tá eru tað heili 40 ár síðani at Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum seinast, tað var í 1989. Men hann legði afturat, at letur tað seg gera, fara tey at virka fyri at fáa leikirnar higar áðrenn tað.
Annars var ætlanin at leikirnir skuldu vera í Føroyum í 2019, men ÍSF mátti taka umsóknina aftur, og ein orsøk var nettupp tann, at fíggjarlig trygd fekst ikki fyri leikunum tá. Men nú er so tann trygdin útvegað. Ella tað er hon næstan, tí málið skal samtykkjast eina ferð afturat, men eftirsum tað er einmælt samtykt, er tað bara ein avgreiðsluspurningur, sum verður avgreiddur ein av fyrstu døgunum.










