Veita hjálp til heimsins fátækastu

Mikudagin 7. juli verður móttøka inni á Sundi, tá sjúkrahússkipið hjá Mercy Ship, Anastasis, kemur til Føroya. Skipið kemur at liggja inni á Sundi til 15. juli. Innsavning verður til skipið á Føroya Læraraskúla á Frælsinum í dag 2. og leygardagin 3. juli

Trúboðanarskipið Doulos, sum hevur verið í Føroyum síðan 24. juni, verður ikki meira enn farið avstað aftur, tá eitt annað líknandi skip kemur á vitjan. Hesaferð er talan um sjúkrahússkipið, Anastasis, hjá hjálparfelagsskapinum Mercy Ships. Skipið var eisini í Føroyum í 1991.

Anastasis, flaggskipið hjá Mercy Ships, hevur seinastu seks mánaðirnar verið í Sierra Leone í Vesturafrika.

Sjúkrahússkipið veitir kirurgiska, medisinska og humanitera hjálp í londum í Vesturafrika.

Vanliga er mannningin upp á umleið 400 fólk, sum eru úr umleið 30 ymiskum londum. Tey búgva og arbeiða umborð á hesum 159 m langa flótandi sjúkrahúsinum.
Meðan skipið vitjar í Føroyum, eru umleið 300 fólk við.

Anastasis, sum vitjar í Vesturafrikanskum londum, er eitt av trimum sjúkrahússkipum hjá Mercy Ships, sum tey seinastu 25 árini hava siglt til ymisk menningarlond og veitt vón og hjálp til heimsins fátækastu menniskju.

Hini skipini eru, Caribbean Mercy, sum siglir í Karibiska havinum, og Africa Mercy, sum siglir við Eysturstrondina í Afrika.

Læknar umborð á Anastasis gjørdu umleið 1200 skurviðgerðir teir mánaðirnar skipið var í Sierra Leone. Landið er millum heimsins fátækastu.

                 Byrjaði í 1978

Mercy Ships felagsskapurin varð stovnaður í 1978 av amerikonsku hjúnunum Don og Deyon Stephens. Felagsskapurin er tvørkirkjuligur og hjálpir øllum fólkum, sum hava tørv á hjálp, serliga í fátækum londum.

Sjúkrahússkipini hava vitjað í meira enn 70 havnum kring um í heiminum. Tey hava t.d. givið sjón til tey blindu, tikið ringar svullir burtur, hjálpt til við tannrøkt og ortopediskari hjálp.

Felagsskapurin samstarar við lokalu myndugleikarnar á staðnum, felagsskapir og klinikkir. Teir útbúgva eisini fólk og betra um saniteru viðurskiftini og reinføri í menningarlondum.

Manningin hjálpur til á skúlum, og tey læra fólkið at dyrka jørðina og stuðla tey við ymiskum hjálparverkætlanum. Manningin á skipinum er sjálvboðin og ólønt. Tey gjalda fyri at vera við skipinum.

Ein altjóða sjálvboðin manning er á øllum skipunum hjá Mercy Ships. Har eru læknar, tannlæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, kokkar sjómenn, verkfrøðingar og mong onnur, sum brúka sína tíð, útbúgving og pening til at hjálpa øðrum.

Mercy Ships hevur verið við í 430 landbúnaðarverkætlanum í menningarlondum

Fleiri tiltøk

Tá Anastasis kemur inn á Sund mikudakin kl. 15, verður móttøka á havnalagnum við tónleiki og røðum, har m.a. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, flytur fram røðu.

Meðan skipið liggur inni á Sundi eru fólk vælkomin umborð at síggja skipið, sjúkrahúsútgerðina, uppihaldsrúmini og arbeiðsplássini umborð. Framsýningartúrar við vegleiðara byrja hvønn hálva tíma og vara í ein tíma og eitt korter.

Skipað verður fyri ymiskum, tiltøkum meðan skipið er í Føroyum. Fríggjakvøldið 9. juli verður HealthCare kvøld, har læknar og øll sum arbeiða innan heilsuøkið, verða boðin umborð. Leygarkvøldið 10. juli verður afrikanskt kvøld í høllini á Nabb, har skipsmanningin fera at hava framførslur, tónleik og dans við afrikanskum rytmum. Mánakvøldið 12. juli verður tekniskt kvøld, og týskvøldið 13. juli verður kvinnukaffi.

Marie Keevern frá Mercy Ships hevur verið í Føroyum seinastu 3 vikurnar og fyrireika vitjanina.

Innsavning

Í sambandi við vitjanina verður skipað fyri innsavning til skipið. Innsavningin verður á Føroya Læraraskúla á Frælsinum fríggjadagin 2. og leygardagin 3. juli.

Tað sum tey mangla er t.d: handklæði, viskistykkir, seingjaklæði, handpegl, kambar, bustir, sápa og madrassur. Eisini manglar skúlaútgerð so sum skrivibøkur, pennar, blýantar, blýantspískarar, kritlitblýantar, krit, límstiftir, litblýantar og viskileður. Tógv, stokkar, heklinálir, lummalyktir, battarí og Walkman mangla eisini. Av húsarhaldsútgerð mangla tey t.d. tvøgur, spannir við vindara, klorin og ymisk vaskievni, posar til vaskievni, fløskubustir, og ruskposar í øllum støddum. Lutirnir skulu vera reinir og í góðum standi.

Eisini er møguleiki at seta pengar inn á konto í Føroya Sparikassa: 9181-1419864.
Innsavningin verður fríggjadagin frá kl. 15-20 og leygardagin frá kl. 10-20. Sí eisini tekstvarp á síðu 600-601.