Tann 18 ára gamli drongurin, sum myrdi tveir javnaldrar í finska býnum Hyvinkää leygarnáttina, hevur sagt løgregluni, at hann iðrar seg um gerðina, men at hann dugir ikki at siga, hví hann gjørdi tað.
Ein 18 ára gamal drongur og ein 18 ára gomul genta doyðu av skotum frá manninum. Tey høvdu bæði gingið í skúla saman við drápsmanninum. Sjey onnur vórðu særd, teirra millum ein 23 ára gomul løgreglukvinna.
Maðurin var farin upp á eina húsatekju í miðbýnum í Hyvinkää, haðani hann skjeyt eftir fólki á gøtuni. Stutt eftir at hann var tikin, fann løgreglan skotvápnið. Tað var ein rifla, sum hann hevði tikið heima hjá foreldrunum.