Veit einki um broytingar í skrúðgonguni

Tað verða valla nakrar broytingar í skrúðgonguni á ólavsøku. Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður við Ólavsøkublaðið hjá Miðlahúsinum, sum verður borið í hvørt hús í morgin.

Tað verða valla nakrar broytingar í skrúðgonguni á ólavsøku. Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður við Ólavsøkublaðið hjá Miðlahúsinum, sum verður borið í hvørt hús í morgin.

 

Sambært stýrisskipanarlógini er tað formansskapurin í løgtinginum, ið tekur sær av skrúðgonguni á ólavsøku, tá politikarar og prestar ganga úr løgtinginum í Dómkirkjuna.

 

– Eg rokni ikki við, at nøkur stórvegis broyting verður. Eg havi so onki frætt og dugi heldur ikki at síggja, at nøkur stórvegis broyting skuldi verið, sigur Jógvan á Lakjuni, ið tó leggur afturat, at sjálvari raðfylgjuni tekur umsitingin hjá løgtinginum sær av.

 

Hinvegin hevur løgtingsformaðurin verið í kalendaranum fyri at kanna, nær løgtingið skal til verka eftir ólavsøku, tá ólavsøkurøða løgmans skal til viðgerðar.

 

– Eg havi tó ikki avgjørt, um løgtingið fer at umrøða løgmansrøðuna longu 31. juli, ella um bíðað verður til vikuskiftið er farið, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

– Tað tekur vanliga tveir dagar at umrøða løgmansrøðuna. Men tað er nú so, at fiskidagarnir eisini koma fyri, og skulu samtykkjast, sigur løgtingsformaðurin við Ólavsøkublaðið.

 

– Lógin um fiskidagarnar skal samtykkjast innan 18. august, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Løgtingsformaðurin væntar ikki, at onnur mál verða løgd fyri løgtingið hesar fyrstu dagarnar eftir ólavsøku, tí tað er ikki vanligt – uttan so, at okkurt óvanligt mál er, sum als ikki kann bíða. Men løgtingsformaðurin kennir ikki til slíkt mál í løtuni.