Veingjasuð á gøtuni

Blaðið hjá Føroya Fuglafrøðifelag, Veingasuð, er komið. Í blaðnum ber til at lesa áhugaverdar greinar um ymisk viðurskifti í samband við fugl og fuglavernd í Føroyum. Nevnast kunnu greinirnar Nøvn til føroyskar skinfluguslektir og –sløg, Ørkymlandi gongd hjá sjófuglinum í Norðurhøvum og Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2005 og 2006. Harafturat er tilfar í blaðnum um at ternurnar verða taldar, at umhvørviseitur er at finna í havhesti og at føroyska bládúgvan er í vanda fyri at hvørva.

Føroya Fuglafrøðifelag er landsfelag fyri tey, ið hava áhuga fyri fugli og fyri at verja fugl og náttúru.