Edward Fuglø hevur myndprýtt bókina og Gunnar Hoydal skrivaði formælið og týddi søguna úr donskum
Tað eru fleiri ár síðan, Edward Fuglø settir sær fyri at myndprýða eina stuttsøgu hjá Williami Heinesen. Søgan, hann valdi, er avgjørt ikki tann lættasta at fara í holt við, tí mest sum øll søgugongdin er í myrkri: Hon byrjar í skýmingini, men so er tað einans lyktin hjá børnunum, sum lýsir í bølaniðuni, tí søgan fer fram fyrst í øldini, áðrenn elektriska ljósið hevði rikið myrkrið og alt tað, ið har goymdi seg, út úr húsunum og av alfaravegi. Edward valdi tó júst hesa søguna, tí hon snýr seg um børn, og hann hevur alla tíðina havt barnið í huganum, tá ið hann teknaði myndirnar.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út
Men hóast uppgávan var torfør, hepnaðist tað Ed-wardi so væl at myndprýða søguna við 18 stórum myndum, at forløgini Gyldendal í Danmørk og Mál og Menning í Íslandi gjørdu av at geva bókina út saman við okkum. Henda útgávan av Veingjaða myrkrinum kemur sostatt samstundis út í Føroyum, Danmørk og Íslandi.
Søgan sjálv er sonn perla, sum kann verða lisin á ymiskum stigum, alt eftir hvør lesarin ella áhoyrarin er. Lesa vit søguna beint fram, snýr hon seg í stuttum um gentuna Antoniu, sum, saman við lítlabeiggja, verður send ørindi til húsini hjá einum manni, ið býr uppi í haganum. Antonia er viðkvom genta, á gáttini at stíga inn í vaksnamannaheim, og tað skal ikki nógv til, fyrr enn hon ímyndar sær myrkrið fongt við løgnum og óunniligum verum úr hennara egna hugaheimi. Men myrkrið og ræðslan má dvína fyri ljósinum, fyrst, tá ið tey koma til húsini uppi í haganum, og so at enda, tá ið tey á heimleiðini hitta ein vaksnan mann. Lítlibeiggi er glaður, men Antonia er illa til passar, nú hon so brádliga verður skrykt út úr veingjaða myrkrinum aftur.
Veingjaða myrkrið er stór skreytbók. Hon er 42 bls. í litum, innbundin í stíva permu og kostar 149,- kr.