Umleiðis hundrað børn við ymiskum brekum ella sjúkum fingu ergoterapi-viðgerð í Ergoterapiini hjá Beintu Lassen í Havn. Børnini komu úr øllum landinum.
Men aftaná 31. juli noyddist hon at venda teimum í hurðini, tí nýggj kunngerð segði, at Almannastovan ikki longur skuldi gjalda alla rokningina. Heilsutrygd skuldi gjalda helvtina, men tað var treytað av, at sáttmáli var gjørdur millum Heilsumálaráðið og Ergoterapeutfelagið, og sáttmáli var framvegis eingin.
Beinta Lassen vildi tó ikki vísa øllum børnunum frá sær. Henni tókti synd í børnunum og valdi 32 børn burturúr. Foreldrini fingu at vita, at tey skuldu bara koma við børnunum, og rokningin mátti bíða.
Ber ikki til
- Men nú havi eg ikki ráð longur at fíggja uppgávuna fyri tað almenna, sigur Beint Lassen. Ei heldur hava foreldrini ráð, sum í fleiri førum arbeiða niðursetta tíð, at leggja út fyri so nógvar mánadir, sum hettar mál tekur, og av tí at eingin sáttmáli er, veit eingin hvørji brek sáttmálin fer at dekka. So tað at Aksel sigur, at øll fáa endurrindað afturvirkandi, kann ikki brúkast til nakað, tí samstundis sigur hann, at tey fara at endurrinda til teirra, sum verða fevnd av sáttmálanum. Ótryggleikin ger, at børnini líða, sigur Beinta Lassen.
Hon heldur tað vera skelkandi, at Heilsumálaráðið er so trekt við at gera ein sáttmála, sum ergoterapeutarnir kunnu góðtaka. Sáttmálin, sum ergterapeutarnir vilja hava, skal vera á leið sum sáttmálin hjá fysioterapeutunum, sigur Beinta Lassen.
Ávíst av lækna
Hon var skakað av at lesa og hoyra Aksel V.Johannesen, landsstýrismann siga, at ergoterapeutarnir, sum eru privatir, sjálvir meta um tørvin, sum børnini hava á ergoterapi.
Eingin er komin til hennara uttan ávísing frá lækna. Nakað annað er, at bara terapeutar hava vitan at kanna børn fyri SI- trupulleikar. Heldur ikki allir ergoterapeutar hava hesa vitan, sum krevur eyka útbúgving.
Beinta Lassen byrjaði fyritøku sína í 2000, og beinanvegin vísti Landssjúkrahúsið tveimum børnum við føroysku sjúkuni til hennara.
Fleiri børn komu aftrat við alsins sjúkum og brekum, so hon setti ein ergoterapeut aftrat í starv, og áðrenn skipanin broyttist vóru tær fýra, sum arbeiddu við at hjálpa børnunum.
Nógv ymist bagir børnum, sum hava tørv á egoterapi.
Kunnu hjálpast
Ein bólkur eru børn, sum væl eru før fyri at standa uppi, men ófriður er á teimum, tí tey klára ikki at standa still, og tey órógva allan skúlaflokkin. Tey kunnu tykjast at hava DAMP, men ergoterapeutarnir síggja, at tað, sum bagi,r er veikir vøddar. Hettar ger at grund,spenningurin er ov veikur, og at tað at standa ella sita still er ógjørligt.
Onnur børn eru øvugt ov still og ov bangin, tí tey hava eina ov sensitiva sansaskipan, og kenna alt nógv ógvusligari enn vanligt.
- Um tey børnini sum hava trupulleikar við sansaskipanini, antin hon virkar ov væl ella ov illa, fáa ergoterapi, kunnu tey eftir einum ári koma fyri seg og virka væl millum onnur børn, og fylgja við innlæringini, sigur Beinta Lassen.
Ymiskar diagnosur
Tá ið mest var at gera, vóru umleið 100 børn í ergoterapi-viðgerð við nógvum ymiskum diagnosum, vøddasvinni, føroyska sjúkan, Down Syndromi, autisme, ADHD, asberger, blóðtøppi eftir skurðviðgerð, cerebral paresu o.a.
Børnini høvdu ávísing frá antin Sernámsdeplinum, barnavernd, heilsusystur, kommunulæknum, serlæknum og øðrum, men øll skuldi hóast tað var viðmælt ergoterapi av fakfólki, umvegis læknan eftir einari læknaváttan uppá, at tey høvdu tørv.
- Tað er rætt, at vit hava kannað børn fyri, hvønn tørv tey hava. Men tað kemur bara av, at bíðitíð til at sleppa til kanningar á Sernámsdeplinum hevur verið hálvt annað ár, og tí eru foreldur komin við børnum til okkara, og tey hava sjálv goldið fyri kanningina.
Nógvar broytingar
Beinta Lassen sigur, at alt riggaði væl, til Rósa Samuelsen í mars 2009 broytti kunngerðina, soleiðis at Heilsutrygd (tá sjúkrakassarnir) skuldi lata stuðul, men treytað av sáttmála við Ergoterapeutfelagið.
Sjúkrakassarnir kundu ikki fara í samráðingar um at gera sáttmála, tí teir skuldu takast av, og so varð alt útsett.
Kunngerðin skuldi koma í gildi 1. januar 2010, so var tað 1. apríl, og tað endaði við, at kunngerðin kom í gildi 1. august í fjør.
- At HMR ella AMR kritisera okkum privatu fyri at gera kanningar og viðmæla ergoterapi hongur ikki saman, tí so seint sum í 2009 bað Almannastovan okkum gera eina meting av øllum børnunum, sum fingu viðgerð her, sigur Beinta Lassen.
Almannastovuni vantar innlit
Hon heldur lítið um vantandi forstáilsi hjá Almannastovuni fyri trupulleikunum hjá hesum børnum og mátanum, sum ergoterapeutarnir viðgerða uppá.
- Vit hava fleiri ferðir í hesi 10 árini, vit hava veitt ergoterapi til børnini í Føroyum, bjóða Almannastovuni á vitjan, so tey fingu innlit í okkara arbeiði, men í 10 ár er eingin komin frá Almannastovuni, hóast tey hava goldið fleiri milliónir fyri arbeiðið.
- Vit eru mangan nevnd fyri at bara spæla við børnini.
Baka og venja
Ein mamma at einum tannáringi, sum gekk hjá okkum, var á fundi við Almannastovuna, fyri at fáa játtanina longda. Gentan var ávíst, tí hon var veik og hennara høgra og vinstra síða samarbeiddu ikki, so hon var m.a ikki før fyri at vinda ein lappa. Á fundinum spurdi Almannastovan, hvat gentan gjørdi, tá hon var til viðgerð. Mamman hevði greitt frá tí, sum hon visti og nevndi so, at gentan onkuntið eisini hevði bakað smákøkur í ergoterapiuni. “Bakað,” rópti sosialráðgevin, “tey skulu venja”. Mamman fekk á fundinum at vita, at Almannastovan ikki vildi leingja játtanina.
- Tey høvdu ongin forstáilsi fyri, at tað at elta deigg, gevur vøddastyrki, og at rulla smákakur styrkir samarbeiði millum høgru og vinstru kropshálvu. Ergoterapeutar royna so vítt møguligt at inndraga meininsgfullar aktivitetir inn í viðgerðina, hettar gevur eisini motivatión. Ein tannáringur tímur betur at baka smákakur og fáa venjing av tí enn at flyta ein ellan annan dims úr høgru hond yvir í vinstru hond, sigur Beinta Lassen.
Siga eitt....
Hon hevur sjálv roynt at trýst á, hevur skrivað til Aksel. V. Johannesen, sum ongantíð svaraði aftur.
Eftir eina útvarpssending í november 2009 ringdi Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna til hennara og bedýraði, at eingin broyting fór at verða gjørd. Tað helt bara ikki, sigur Beinta Lassen.
Hon vísir annars til ein fund, har bæði landsstýrisfólkini Aksel V. Johannesen og Rósa Samuelsen umframt fleiri fulltrúar vóru við. Á hesum fundi reisti Aksel V. Johannesen spurningin, um Rósa Samuelsen ikki bara kundi flyta peningin til ergoterapi frá Almannaráðnum til Heilsumálaráðið.
- Aksel V. Johannesen segði eisini, at øll, sum sáttmálin umfataði, fóru at fáa stuðul. Tað vóru vit fegin um, tí so kundu vaksin fólk eisini fáa stuðul, men tá ið vit komu til samráðingar, gjørdi Heilsumálaráðið greitt, at eingin yvir 18 ár fór at fáa stuðul, og á samráðingarfundinum var eingin Aksel, sum mánaðir framanundan spurdi Ergoterapeutfelagið, hvat tey søgdu til at fáa sama sáttmála sum fysioterapeutarnir. Gjørt varð eisini greitt, at eingin stuðul fór at verða veittur til sansamotoriskar venjingar, bara til fjølbrekað børn og børn við varandi sjúkum. So er tað eg spyrji: Hvussu við eitt nú teimum, sum hava ADHD? Ella teimum menningartarnaðu?
Eingin sparing
- At bæði Rósa og Aksel í miðlinum hava sagt, at tað ikki er talan um eina sparing, er ein løddrætt lygn. Øll tey børn, sum ikki fungera í skúlanum, orsakað av trupulleikum við sansunum, eru spard burtur. Hesi fáa onga hjálp framyvir, hvørki frá ergo ella fysioterapeuti. Her er nokk talan um umleið 50 børn um árið, og hettar hava tey bæði valt at spara burtur, hóast tey ikki vilja siga tað alment.
Óneyðugt stríð
- Vit halda tað eisini vera burturvið, sum Heilsumálaráðið ætlar, at ein ávísing bara skal vera fyri fimm viðgerðir, tí tað ger, at foreldrini aðru hvørja viku skulu til lækna at biðja um ávísing. Tað tykist sum, at tað verður gjørt so trupult fyri at fólk ikki skulu orka at søkja, sigur Beinta Lassen.
Hon skilir ikki, hví Heilsumálaráðið skal gera mun á fysioterapi og ergoterapi. Tørvur er á báðum, men ilt er at skilja, hví tað almenna vil rinda minni fyri ergoterapi enn fysioterapi.
Og hví er neyðugt hjá einari mammu at einum fjølbrekaðum barnið í koyristóli at renna til lækna í tið og ótíð at biða um eina nýggja ávísing? Eitt slíkt barn verður fjølbrekað, so leingi tað livir, og fer altíð at hava tørv á viðgerð, tey skuldi sjálvsagt fingið eina langa játtan, hitt er alt ov strævið, og kostnaðarmikið at umseta. Hvør læknaváttan kostar eisini, sigur Beinta Lassen.