- Pláss skal vera fyri øllum í ítróttarligum og ymiskum mentanarligum virksemi, og sjálvt veikasta liðið í ketuni eigur sín náttúrliga rætt at vera partur av einum bólki og felagsskapi.
Tað sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum fer at seta vestanstevnu í Miðvági fríggjakvøldið klokkan 19.
Fyri setanina verður festlig karneval skrúðgonga við ítróttarfólki, reiðfólki, tónleiki og fløggum, sum byrjar við kappróðrarneystið og endar við fótbóltsvøllin.
Vegna Vága kommunu bjóðar borgarstjórin øllum vælkomnum til Miðvágs, har tað hevur eydnast stevnunevndini at skipa eina góða og fjølbroytta stevnuskrá, har nakað er til øll at fara til.
- Fleiri av tiltøkunum eru ókeypis, og tí eiga fólk ikki at halda seg aftur við at koma. Vit vóna at síggja nógv fólk úr ymiskum heraðshornum í Miðvági.
Hon vísir á, at tað liggur eitt stórt sjálvboðið arbeiði aftan fyri øll stevnutiltøk, og tað eru nógv fólk, sum á ymiskan hátt taka tøk og sum leggja tíð og orku í eitt slíkt tiltak.
- Endamálið við eini slíkari stevnu er ikki minst at skapa nærleika og samanhald og at vísa, hvat okkara øki og kommuna hevur at bjóða.
Rósa Samuelsen sigur, at hon í síni setanarrøðu fer at leggja dent á tað stóra arbeiði, sum verður lagt í ymiskt ítróttarligt og mentanarligt felagsvirksemi í kommununi.
- Hetta er eitt arbeiði, sum hevur nógv størri týdning, enn vit til dagligt geva okkum far um. Tað byrjar longu í barnagørðum og heldur fram í skúlanum og í feløgum.
Hon vísir á, at ein stórur partur av hesum er sjálvboðið arbeiði, sum ein hópur av fólki í kommununi - bæði ung, tilkomin og eldri - á ymiskan hátt standa aftanfyri.
- Eg fari at vísa á týdningin, tað hevur, at kommunan hevur góðar karmar um eitt nú barnagarðar, fólkaskúla, frítíðar-og mentanartilboð annars.
Rósa Samuelsen sigur, at tað hevur alstóran týdning, at børnini heilt frá ungum av kenna seg sum part av einum bólki og felagsskapi, og at tey ikki detta niður ímillum.
- Tað skal gerast náttúrligt fyri børnini at ganga til ítrótt og ymiskar aktivitetir, sum eru í økinum. Hetta er gott fyri tey, bæði likamliga, men ikki minst soleiðis, at børn og ung kunnu kenna seg sum ein part av einum felagsskapi.
Borgarstjórin sigur, at pláss skal vera fyri øllum í slíkum virksemi, og sjálvt veikasta liðið í ketuni eigur sín náttúrliga og sjálvsagda rætt at vera partur av hesum felagsskapi.
- Eg fari at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á vestanstevnu í Miðvági, her tað hevur eydnast stevnufyrireikarunum at skipa eina góða og fjølbroytta skrá, har nakað er til øll at fara til, sigur Rósa Samuelsen.









