Veika vínið skal í handlarnar

Tað er skeivt, at fólk skulu noyðast í einkarsøluna at keypa tað veika vínið.

Tað halda í hvussu er flestu íslendingar. Í einari meiningakanning, sum Viðskiptablaðið hevur latið gera, svara knappliga 61 prosent av teimum spurdu, at teir stóru matvøruhandlarnir eiga at sleppa at selja vín av tí veikara slagnum.

 

Knappliga 30 prosent eru ímóti hugskotinum, og smá 10 prosent eru hvørki fyri ella ímóti.

 

Kanningin vísir, at tað eru serliga menninir, sum halda, at teir stóru matvøruhandlarnir skulu sleppa at selja tað veika vínið.

Í kanningini sæst eisini, at tað er serliga tað yngra ættarliðið, sum vil hava vínið í handlarnar. Av teimum 18 til 29 ára gomlu siga heili 79 prosent ja, men millum teirra, sum eru 68 ár og eldri, eru tað bara 31 prosent, sum taka undir við tí.