Veiðitjóvar brúktu gamlan føroyskan trolara

Bók um jagstranina av trolanum »Thunder« er týdd til føroyskt

Bókin »Í kjalarvørrinum á Thunder«, sum Ketil Sæter og Eskil Engdal hava skrivað, er útkomin  á føroyskum máli. Bókin er týdd úr norskum máli.

 

Bókin snýr seg um ránsveiðuna eftir patagoniskum tannfiski í altjóða sjógvi í Suðuríshavinum við Antarktis. Høvuðsleiklutin í bókini hevur »Thunder«, sum er ein fyrrverandi føroyskur trolari, ið varð umbygdur at fiska við gørnum. Talan er um sørvágstrolaran »Vesturvón«, sum varð latin føroysku eigarunum í 1969 og varð seldur úr Føroyum í 1986.

 

Bókin »Í kjalarvørrinum á Thunder« er slakar 400 síður til longdar, og í bókini verða fleiri ránsveiðiskip tikin fram og viðgjørd. Leitað verður eftir eigarunum av ránsveiðiflotanum, og so at siga allir pílar peika ímóti landspartinum Galicia í Spania, har eitt hugtak er fiskivinnumafia –  »La Mafia Gallega«.

 

Myndugleikar í Noregi, Australia, Nýsælandi, Spania og USA vóru við til at steðga ránsveiðuni, og aðrir felagsskapir høvdu eisini ein leiklut – eitt nú Sea Shepherd.

 

Jan Erik Simonsen týddi bókina. Forlagið á Merkrunum í Sandavági gevur bókina út.

 

##med2##