Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, heldur tað hava gingið rímiliga væl at seta aðalstjórarnir.
Higartil eru tríggir aðalstjórar settir. Næsti í røðini er aðalstjórin til veiðuimálastýrið, og hann verður settur í næstu viku.
Níggju umsóknir eru til hetta starvið. Løgmansstjórin hevur gjørt sína tilráðing til John Petersen, landsstýrismann og Edmund Joensen, løgmann, sum hava endaligu orðið at siga.
- Verður frameftir hildið fast við uppskotið hjá Norman Christensen?
- Eg haldi, at vit skulu halda fast við grundreglurnar í hesum uppskoti, tí um vit broyta ov nógv, vita vit ikki, hvussu endaliga úrslitið verður, sigur løgmansstjórin.
Nú eru aðalstjórarnir fyri Vinnumálastýrið, Heilsumálastýrið og Mentamálastýrið, farnir til verka í Tinganesi, og fyribils hava teir kannað umstøðurnar hvør á sínum øki.
- Tað snýr seg um at finna bestu loysnina, og tað gerst best, tá stjórarnar eru komnir til arbeiðis. Fyribils verður tosað við starvsfólk o.a., sigur Marjun Hanusardóttir.
Næsta stig á leiðini verður at fáa greiðu á, hvar aðalstýrini skulu hava til húsa, og hvørjar samanleggingar skulu gerast..
Ítøkiligt dømi um samanlegging er at oljufyrisitingin, sum var ein stovnur fyri seg. Hon er nú løgd undir oljumáladeildina í Vinnumálastýrinum.
Marjun Hanusardóttir sigur um starvslýsingina eftir aðalstjóra fyri fíggjarmálastýrið, at hon verður liðug at seta ?i bløðini í næstum. Vanliga er freistin at søkja tríggjar vikur, men nú summarfrútíð er, verður hon longd til ein mánað.