- Myndugleikarnir tora ikki eftir útbúgvingarrentuni, sum Føroya fólk eigur. Fólkið eigur og rindar fyri útbúgvingarnar í Føroyum. Men tey, ið rinda, fáa lítið og einki burtur úr. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Veiðigjøld beinleiðis inntriv í hýruna hjá fiskimonnum

- Veiðigjøldini eru pengar, sum verða brúktir til ovurnýtslu í almennu umsitingini, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.

 

- Myndugleikarnir tora ikki eftir útbúgvingarrentuni, sum Føroya fólk eigur. Fólkið eigur og rindar fyri útbúgvingarnar í Føroyum. Men tey, ið rinda, fáa lítið og einki burtur úr. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Í sínari frágreiðing á árliga landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag í gjár nam formaðurin, Jan Højgaard, eisini við veiðigjøldini, sum politiska skipanin hevur álagt fiskiflotanum at rinda.

 

- Vit hava ongantíð góðkent tær eykabyrðar, sum liggja undir fiktivu orðum, sum eitt nú "tilfeingisskattur", "tilfeingisgjald" ella "veiðigjald". Hetta eru pengar, sum verða brúktir til ovurnýtslu í almennu umsitingini.

 

Jan Højgaard segði, at her er talan um pengar, sum verða tiknir frá verkafólki á sjónum til tað, sum formaðurin rópti "lazy folks” og soleiðis eftir hansara tykki til onga nyttu fyri føroyska samfelagið.

 

- Hetta er við til at binda fólk at einari fiktivari inntøku heldur enn at brúka arbeiðsmegina, har tørvur er á henni.

 

Hann segði, at Fiskimannafelagið hevur verið á fundi við fíggjarnevndina um eykaskattin, sum er lagdur á fiskimenn. Felagið góðtekur ikki veiðigjøld, tí tey eru beinleiðis inntriv í hýruna hjá fiskimonnum.

 

- Tað kann ongantíð vera rætt at lóggeva pengar frá einum verkabólki, meðan onnur ikki vera nevnd, segði Jan Højgaard. 

 

Hann helt, at myndugleikarnir lata eygni aftur, tá teir skulu krevja inn fólksins ogn.

 

- Myndugleikarnir tora ikki eftir útbúgvingarrentuni, sum Føroya fólk eigur. Føroya fólk eigur og rindar fyri útbúgvingarnar, sum verða tiknar í Føroyum. Men tey, ið rinda, fáa lítið og einki burtur úr. Vinningurin fer í egnar lummar hjá teimum, sum brúka okkara útbúgvingar at ríka seg upp við.

 

Jan Højgaard vísti á, at útbúgvingarrentan er løtt at rokna út. Hon er ein prosentpartur av tí yvirnormalu lønini, sum er oman fyri vanliga tímaløn. Hetta roknistykkið er gjørt fleiri ferðir í øðrum samanhangum av búskaparfrøðingum, so tað er einki nýtt í hesum.

 

- Tað einasta, ið manglar, er, at myndugleikarnir gera sítt arbeiði fyri Føroya fólk. Men hava teir dirvi til tað? spurdi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag á landsfundinum.

 

 

 

 

 

- Myndugleikarnir tora ikki eftir útbúgvingarrentuni, sum Føroya fólk eigur. Fólkið eigur og rindar fyri útbúgvingarnar í Føroyum. Men tey, ið rinda, fáa lítið og einki burtur úr. Mynd: Birgir W. Høgnesen.