Veiða náta til nýtt missiónshús

Strandingar vóru eftir nátum í gjár. Teir fóru norður um, og veiðan var stívliga 150 fuglar. 


Tá fuglurin er royttur, sviðin og reinsaður, verður hann seldur fyri 60 krónur hvør.

 

Tað sermerkta við veiðini hjá hesum monnum er, at ágóðin av søluni av nátunum fer allur til bygging av nýggjum missiónshúsi á Strondum.

Fleiri mans vóru um at taka fuglin upp, og teir brúktu ikki færri enn tríggjar roytimaskinur.

 

Sum skilst, ætla hesir menninir at gera nakrar nátatúrar aftrat fyri líka sum at stuðla undir byggingina av nýggjum missiónshúsi.

 

Tað veit heimasíðan hjá Sjóvar kommunu at siga.