Útstappaðar ísbjarnir og kápur úr kópaskinni verða at síggja í Norðurlandahúsinum frá 16. juni. Harafturat verður høvi at síggja tríggjar installatiónir, sum Edward Fuglø hevur evnað til, og sum ímyndar hvørt av teimum trimum londunum í útnorði. Benedikte Utzon hevbur gjørt kápurnar og ísbjarnirnar.
Harumframt verður høvi at síggja standmyndir og fornfrøðisligar og nútímans lutir, ið á ein ella annan hátt, hava samband við veiðu í útnorði. Eisini verða sýnd brot úr upptøkum hjá Zachariasi Hammer úr bjørgum og av langfaratúrum.
Eisini verða málningar hjá Erró, Mikenes og Scheving at síggja. Til framsýningina er gjørd ein fløga, Piniartut, sum Tutl hevur givið út, og ein tvímælt bók, Hunters of the North/Fangstkultur i Vestnorden, sum Sprotin gevur út.
Framsýningin letur upp komandi sunnudag klokkan 14 og verður hon at síggja í Norðurlandahúsinum fram til tann 30. juni.
Myndatxt: Fangstkultur i Vestnorden eitur framsýningin, sum letur upp í Norðurlandahúsinum sunnudagin.