Russiska bjørnin kundi ikki á nakran hátt kenna seg trygga, tá teir mikukvøldið skuldu dystast við millum annað Kurt Mørkøre. Hóast mótstøðan var sterk, fór hann alt fyri eitt á bjarnaveiðu, og hóast hann onga rakti, so mundi ferðin tó vera á eini leið
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Moskva
Verður hugsað um kropsliga partin av spælinum, so er lítið at ivast í, at Kurt Mørkøre í nógvum var tann, sum lyfti tyngstu byrðuna fyri føroyska liðið. Nærdystirnir vóru nógvir í tali, og Kurt helt eisini eftir dystin, at talan var um nakrar væl vaksnar harrar, sum hann hevði dystast ímóti.
? Tað er einki at ivast í, at teir vóru sterkir ? øgiliga sterkir, sigur hann.
? Eg vil tó ikki siga, at tað var nakað, sum nervaði meg. Vit spæla eisini móti stórum og sterkum monnum í Noregi, men eg má so viðganga, at hesir eisini dugdu nakað betri at spæla fótbólt.
Ikki útlúgvaður
Tað kundi kanska verið líkt til, at tað var fysiska møðin, sum viðførdi, at Allan Simonsen miðskeiðis í seinna hálvleiki valdi at skifta Kurt út. Nærdystirnir høvdu helst kostað sítt, men kortini helt Kurt ikki, at møði var orsøkin.
? Nei, eg hevði væl klára at spælt í allar 90 minuttirnar. At eg varð tikin út, komst av teirri orsøk, at Allan vildi hava eitt betri tak á miðvøllinum, og tí varð Sámal settur inn fyri meg. Tað er sjálvandi skuffandi í teirri løtu, at tú verður tikin av vøllinum, men hetta er altíð burturi eftir tveimum minuttum ella so.
? Er tað betri fyri liðið, at ein útskifting verður gjørd, so er tað sjálvandi í lagi, sigur Kurt Mørkøre at enda.










