Veiðuloyvini verða endaliga avhendað

Meirilutin í Vinnunevndini, sum eru andstøðulimirnir, halda, at veiðuloyvini nú verða endaliga avhendað. Tey frámæla staðiliga at samtykkja uppskotið. Minnilutin mælir hinvegin til at samtykkja uppskotið

– Av tí at samgongan hevur longt loyvini til 12 ára rullandi loyvi, og tryggjað sterkum útlendskum fyritøkum framhaldandi atgongd til fiskiríkidømi føroyinga, fara vit uttan iva bæði at síggja eina ógvusliga miðsavning, men eisini eina yvirkapitalisering í vinnuni. Tað verður ómetaliga trupult hjá yngri eldhugaðum kreftum at sleppa uppí part, hevur tú ikki ein av teimum stóru pengasterku í rygginum, sigur meirilutin í vinnunevndini í álitinum, sum er skrivað í gjár.

Ikki óvæntað frámælir meirilutin í Vinnunevndini, at broyta Sjófeingislógina. Meirilutin, sum eru Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer, Henrik Old og Bjarni K. Petersen, vísa á, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki gerast ogn hjá einstaklingum.

– Við hesum uppskoti, har ætlanin er at gera privatiseringina endaliga, eiga vit aftur at seta spurningin: Hvør skal fáa gagn av tí ovurstóra virðinum, fiskatilfeinginum, sum vit øll eiga? Skal fólksins ogn koma flest møguligum kring landið til góðar, ella skal tað latast nøkrum fáum útvaldum privatum og útlendingum at keypa og selja sínámillum? Føroyar eiga fleiri ferðir so nógv tilfeingi pr. íbúgva, sum allar flestu lond. Skal hetta ríkidømið sleppa at savnast á heilt, heilt fáum hondum, ella skulu vit tryggja, at alt landið hevur ein rímiligan møguleika fyri atgongd og at fáa gagn av okkara felags ogn, sigur meirilutin.

Meirilutin er ikki mildur í orðavalinum.

– Uppskotið um sjófeingi, sum samgongan í skundi fyri ein hvønn prís vildi hava samtykt fyri jól, var ein jólagáva til tey fáu útvaldu, og verður við hesum uppskoti endaliga staðfest. Hetta fer at føra við sær, at tað verður so gott sum ómøguligt hjá vanligum ungum fólki kring landið at fáa ein fót inn um í fiskivinnuna í framtíðini, skrivar meirilutin.

Minnilutin hevur broytingaruppskot
Minnilutin í vinnunevndini, sum eru samgonguumboðini Johan Dahl, Beinir Johannesen og Christian Andreasen, mæla ikki óvæntað til at samtykkja uppskotið.

Teir koma tó við nøkrum broytingum í mun til upprunauppskotið. Teir mæla millum annað til at leggja bólkarnar 4 A og 4 B saman.

– Bólkarnir virka undir somu treytum sambært Fiskimálaráðnum, og kemur hetta ikki at ávirka eigararnar av útróðrarbátunum. Minnilutin ásannar tó, at vit mugu sum politisk skipan, saman við pørtum í vinnuni, hyggja at útróðrarflotanum sum heild og síggja, hvat kann gerast fyri, at korini hjá hesum partinum av flotanum kunnu betrast, skrivar minnilutin.

Minnilutin vísir á, at broytingin kom av fyrstan tíð, tí man metti tað ikki vera rætt, at aktørar, sum í góðari trúgv hava gjørt íløgur í bátar í bólki 4, so teir kunnu flyta dagar úr einum bólki til annan, verða revsaðir fyri hetta í nýggju lóggávuni. Lóggávan setir skott millum bólkarnar, ið ikki ger tað møguligt at flyta dagar millum bólkarnar frameftir. Hendan broyting fevnir bert um teir aktørar, ið hava flutt dagar millum bólkar í undanfarnu lóggávu, at teir nú kunnu flyta dagarnar endaliga.

Minnilutin mælir eisini til at ásetingar í § 49, stk. 5 verða broyttar soleiðis, at tað ber til hjá teimum, ið fáa tilluta kvotur eftir § 49, stk. 1, at gera avtalur við onnur at fiska ta tillutaðu kvotuna fyri seg, og kunnu hetta vera øll skip.

– Sum dømi kann man taka virkir, ið fáa tilluta kvotu, og tí gera eina avtalu við skip at fiska nøgdina. Minnilutin heldur tað vera rættast, at tað ikki er avmarkað, hvat fyri eitt skip, ið virkir kunnu velja sær, men at velja tað skipið, ið virkið metir seg fáa ta bestu avtaluna við, skrivar minnilutin.

Hetta merkir, at umsøkjari ikki noyðist at hava egið fiskifar, men umsóknin má skjalprógva onkra avtalu um, at ávíst fiskifar fer at fiska fiskin og fær útskrivað fiskiloyvi.

Minnilutin mælir eisini til, at av kvotunum av svartkjafti, norðhavssild og makreli, verða í minsta lagi 50% latin til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av nevndu fiskasløgum.

Við hesi broyting verður prosenttalið fyri útlutan broytt frá “millum 39 og 61%” til, at “í minsta lagi 50%” verða sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir.