Seinastu árini hevur grannskoðarafelagið P/F Rasmussen & Weihe gjørt eina roknskapargreining av føroyska fiskiskipaflotanum Í tølum, sum í fyrsta lagi byggja á almennar roknskapir og aðrar upplýsingar, verður hugt at, hvussu gongdin er í hvørjum skipabólki sær, og hvussu heildargongdin er í fiskiskipavinnuni.
Greiningin fevnir um meginpartin av fiskiflotanum yvir 110 tons fyri árini 2002-2006. Útróðrarflotin er ikki við, tí her eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í feløg við skyldu at lata inn almennan roknskap.
Á hvørjum ári leggur Rasmussen & Weihe dent á, at tey, sum lesa frágreiðingina, kunnu gera sínar egnu niðurstøður. Tilfarið er rúgvusmikið og kann tí greinast á ymiskar hættir. Kortini staðfestir felagið, at stórar broytingar eru farnar fram í fiskiskipaflotanum í tíðini 2002-2006.
Fyrstu talvurnar í frágreiðingini fevna um samanlagda fiskiflotan.
- Sum heild hevur fiskiflotin havt stóra afturgongd árini 2002-2004. Afturgongdin vendir kortini til framgongd aftur í 2005. Ársúrslitið fyri 2006 er væl betri enn í 2002, men tá ið ?óvanligt? er tikið burtur úr, er úrslitið í 2006 á leið tað sama sum í 2002.
Tað, sum felagið kallar ?óvanligt?, snýr seg eitt nú um skipasølur.
Greiningin fevnir ikki um árið 2007, men felagið heldur ábendingar vera um, at árið i ár møguliga verður eitt sindur lakari hjá øllum skipabólkum undir einum.
- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðinum januar/ september 2007 minkað við umleið 12% samanborið við somu tíð árið fyri. Samlaða veiðivirðið eisini minkað út við 4% fyrstu 9 mánaðirnar í ár, sigur felagið.