<I EM normal"$?$end$!$<>Stovnsmetingar
- Tað er umráðandi at veiðitrýstið eftir toski undir Føroyum, beinanvegin verður minkað niður í eina helvt.
Og so skal veiðtrýstið haldast á tí støðinum.
Í tilmælinum, sum Fiskirannsóknarstovan týsdagin gav Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um fiskiskapin komandi ár, mælir hon til at ein ætlan verður gjørd fyri at fáa toskastovnin á landgrunninum at koma fyri seg aftur.
- Verður ikki allur beinleiðis fiskiskapur eftir toski steðgaður, gerst hetta ikki eftir einum ári.
Tí mælir Fiskirannsóknarstovan ístaðin til at ein ætlan verður løgd, sum fevnir um eini 3-5 ár.
- Ein máti at minka veiðitrýstið, er at minka dagatalið hjá húkaflotanum 50%. Ein annar máti er, at dagatalið hjá húkaflotanum verður minkað 25%, samstundis sum innaru leiðirnar verða meiri friðaðar fyri at minka royndina eftir smáfiski.
Fiskirannsóknarstovan sigur at ein partur av hesi ætlan kundi verið, at leiðirnar innan fyri fýra fjórðingar verða friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi, og at línuskipini ikki sleppa at fiska nærri landi enn átta fjórðingar.
- Men serliga eigur toska- og hýsukvotan, sum lemmatrolararnir hava fingið, at detta burtur. Ístaðin eiga lemmatrolararnir at koma upp í dagaskipanini.
Samstundis mælir Fiskirannsóknarstovan til, at loyvda dagatalið á Føroyabanka eigur at verða sum miðal dagatalið í 1996-2002.
Dagatalið í beinleiðis veiði eftir upsa eigur fyri fiskiárið 2004-2005 at 1verða skert 25% afturímóti fiskiárinum 2003-2004.
Annars sigur fiskirannsóknarstovan, at broytast fortreytirnar, t.d. við at gróðurin verður betur enn miðal, kann dagatal og vídd á stongdum leiðum endurskoðast.
Veiðitrýstið ov stórt
Lógin um vinnuligan fiskiskap miðar ímóti, at veiðitrýstið í miðal fyri tosk, hýsu og upsa er 33%. Seinastu stovnsmetingarnar vísa, at veiðitrýstið eftir toski er 58%, eftir hýsu 24% og eftir upsa 29% Fyri at halda veiðusetningin er neyðugt at minka royndina eftir toski so mikið, at veiðutrýstið er í samsvar við setningin.
Hinvegin metir ICES, at fyrivarnið er ov lítið við einum veiðisetningi uppá 33%, serliga fyri hýsu og upsa. Í staðin fyri verður mælt til, at veiðitrýstið verður minni enn 27% fyri tosk, 20% fyri hýsu og 22% fyri upsa.
Nýggjastu metingarnar vísa kortini, at hetta kann hækkast nakað, men tó er 33% ov høgt.
Fiskirannsóknarstovan mælir til, at veiðisetningur verður gjørdur fyri hvønn stovn sær.
- Hetta skal vísa, hvussu harðan fiskiskap stovnurin tolir, uttan at ganga gýtingarstovninum ov nær. Fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum er veiðisetningurin ?veiðutrýstið- 33%. Tað merkir, at talið á fiskidøgum, umframt aðrar reguleringar, skal ásetast soleiðis, at veiðan í miðal av ávikavist toski, hýsu og upsa ikki má vera meiri enn 33% av stovnunum í tali.
- Fiskirannsóknarstovan ger eisini vart við, at hóast veiðitrýstið verður minkað, er tað ikki tað sama, sum at fiskiskapurin veiðan fer at versna.
- Verður veiðitrýstið minkað, kemur tað at merkja fiskiskapin tað fyrstu tíðina. Eftir tað kann væntast, at fiskiskapurin í tonsum sum heild verður tann sama, men at færri og størri fiskar verða fiskaðirr.
- Og tað hevur nógvar fyrimunir, bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burtur úr enn við einum ov stórum veiðutrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í fiskiskapinum verða minni, sigur Fiskirannsóknarstovan.










