Veiðitøl til ICES í 100 ár

Heildarveiðan av toski undir Føroyum í tíðarskeiðinum 1903-2003 hevur flestu ár ligið millum uml. 40 000 og 20 000 tons (mynd 1). Í tíðini undir seinna veraldarbardaga og í tíðini seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum, var árliga veiðan tó minni enn 10 000 tons. Tølini eru frá Altjóða Ráðnum fyri havfrøði (ICES), ið hevur savnað hagtøl frá fiskiskapinum í ICES økinum (mynd 2) í 100 ár

Hjalti í Jákupsstovu
??????????????????
ICES var sett á stovn í 1902
ICES var sett á stovn í 1902 av fleiri av londunum í norður eystur Atlantshavi fyri at samskipa kanningar av havinum og lívi í havinum. Hetta var fyrsti altjóða felagsskapur av sínum slagi. Norðurlond vóru millum fremstu londini at taka stig til felagsskapin, og fleiri fundir at fyrireika stovnsetanina vóru m.a. í Noregi, Svøríki og Finnlandi. Høvuðssætið hjá felagsskapinum varð Keypmannahavn og í 2002 var stórfingið 100 ára hald har í sambandi við árliga vísindafundin.
Savnað hagtøl í 100 ár
Eitt tað fyrsta stigið hjá ICES var at savna hagtøl frá fiskiskapinum í ICES økinum (mynd 2). Hetta er eystan fyri eina linja úr Kappanum og suður áraka Gibraltarsundið. Alt økið er síðan býtt sundur í minni økir eftir vistfrøðiligum og havfrøðiligum eyðkennum. Føroyska økið (Vb) er býtt í tvey, Vb1 er alt uttan Føroyabanki, sum er Vb2.
Limalondini bundu seg frá byrjanini til at lata ICES hagtøl yvir fiskiskapin, býtt eftir fiskaslagi og øki, og eisini í tann mun hagtøl vóru yvir veiðiorku og roynd. Hagtølini komu út í einum árligum bóklingi (Annales Statistique) til 1988 og síðan á heimasíðuni hjá ICES. Teldutøk eru veiðitølini síðan 1973 at fáa á fløgu..
Tøl fyri føroysku veiðina eru fráboðaði frá 1903 og øll árini síðan, undantikið tíðarskeiðið 1940-1951. Frá 1906 tykjast øll lond, sum fiskaðu undir Føroyum, at lata hagtøl til ICES.
Veiðan eftir toski undirFøroyum
Taka vit sum dømi veiðuna av toski undir Føroyum er hon býtt eftir ári og landi sum í talvu 1. Í alt 13 lond hava boðað frá fiskiskapi eftir toski við Føroyar, men av hesum standa trý lond fyri nærum 97 prosentum av veiðuni. Føroyar 47,9 %, Ongland og Wales 28,9 % og Skotland 20 %.
Síðan fiskimarkið fór út á 200 fj. í 1977 er tó nógv tann størsta nøgdin av toski undir Føroyum fiskað av føroyskum fiskiskipum.
Sí mynd 2.
Tveir stovnar av toski í føroyskum sjógvi
Vísindalig prógv eru fyri, at toskurin á Føroyabanka og á Landgrunninum eru úr hvør sínum stovni. Hóast fleiri lond í sínum fráboðanum skilja millum fiskiskapin á ávikavist Bankanum og Landgrunninum, so gera onnur tað ikki. Og í ivaførum siga tey bert "veitt við Føroyar". Á mynd 1 og talvu 1 er tí bert sett upp heildarveiðan av toski undir Føroyum.
Arbeiðsbólkurin hjá ICES, ið viðger fiskastovnarnar undir Føroyum, hevur tó síðan 1961 út frá fráboðanum og dagbókum mett um árligu veiðuna av toski á Bankanum, og liggur hon í miðal um 2500 tons. Og tey bestu árini upp í 5000 tons.
Føroyska økið ber ein árligan fiskiskap av toski upp á millum 20 og 40 túsund tons
Í mynd 1 sæst, at árliga veiðan av toski undir Føroyum flestu árini liggur millum 20 og 40 túsund tons og í miðal øll árini er árliga veiðan 26 500 tons. Tað er tí rímiligt at halda, at tað er henda nøgd av fiskiskapi, økið ber. Undantøkini eru undir seinna heimsbardaga og kreppuárini seinast í áttati árunum og fyrst í nítiárunum. Fyri árini 1940 - 1951 hava føroyskir myndugleikar ikki latið ICES nøkur hagtøl, og skrásetta veiðan av toski hesi árini er tí uttan iva ov lítil. Undan fyrra veraldarbardaga var mesta veiðan av toski við Føroyar fiskað av bretskum fiskiskipum. Men undir krígnum minkaði bretska veiðan burtur í einki, og føroysk fiskiskip tóku við. Undir bardagan-um tykist stovnurin at hava ment seg munandi og í 1918 tá fiskiskapurin bert var við føroyskum fiskiskipum, kom veiðan upp á góð 20 000 tons. Og í 1919 var føroyska veiðan 25 000 tons og heildarveiðan heili 42 000 tons. Tá bretsku fiskiskipini komu aftur at fiska við Føroyar, minkaði føroyski parturin av veiðini eftir toski við Føroyar heilt nógv
Fyri fiskiskap eftir toski undir seinna heimsbardaga er bert fráboðað um fiskiskap hjá skotskum skipum. Tað er ringt at meta um, um hetta er føroysk veiða undir Føroyum landað í Skotlandi ella veiða hjá skotskum skipum. Í øllum førum skulu hesi tølini takast við fyrivarni. Sama er fyri tíðarskeiðið 1946-1950, har eingi tøl eru fyri føroyska veiðu av toski undir Føroyum. Nógvur útróður var hesi árini og fiskiskapurin var góður, so tølini fyri hesi árini eru heilt givið ov smá.
Vánaligi fiskiskapurin í tíðarskeiðinum 1988-1994 kom av sera vánaligari tilgongd til stovnin fleiri ár upp í røkur. Av fiskiskapinum minkaði stovnurin heilt nógv og hóast nógva roynd, var ikki meiri at fáa.