Veiðirættindi verða seld í fýra umførum

VØRN hevur kunngjørt freistirnar fyri afturlatnari uppboðssøluni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kunngjørdi í gjár tíðarfreistirnar fyri nær uppboðssølurnar í summar verða, og í dag hevur Vørn, ið hevur fingið ábyrgdina fyri tí partinum, ið verður selt á afturlatnari uppboðssølu, kunngjørt nágreiniligu tíðirnar fyri uppboðssøluni av teimum ymisku kvotunum.


Talan verður um fýra umfør, har veiðirættindi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum verða boðin út.


Tey, ið ætla at bjóða, skulu lata Vørn skrivlig boð í seinasta lagi ávíkavist:


Hósdagin 14. juli 2016 á middegi kl. 12.00

Í 1. umfari verða rættindi boðin út til: 

- Botnfisk í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

Keyparar kunnu lata eitt boð inn, fyri hvørt fiskifar teir eiga.


Mánadagin 18. juli 2016 á middegi kl. 12.00

Í 2. umfari verða rættindi boðin út til: 

- Botnfisk í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons 

Keyparar kunnu lata eitt boð inn, fyri hvørt fiskifar teir eiga. 


Hósdagin 21. juli 2016 á middegi kl. 12.00

Í 3. umfari verða rættindi boðin út til: 

- Botnfisk í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons 

Keyparar kunnu lata eitt boð inn, fyri hvørt fiskifar teir eiga. 


Fríggjadagin 22. juli 2016 á middegi kl. 12.00

Í 4. umfari verða rættindi boðin út til: 

- Makrel, 2.000 tons.

Keyparar kunnu lata eitt boð inn til hvørja sølu, fyri hvørt fiskifar teir eiga.


Tey, ið ætla at bjóða uppá rættindi á uppboðssøluni, skulu nýta oyðiblað, ið Vørn hevur gjørt til endamálið. Oyðubløð og reglugerð fyri uppboðssøluna eru tøk á heimasíðuni hjá Vørn.


Áhugað hava skyldu til at kunna seg um treytirnar í kunngerð og reglum hesum viðvíkjandi og kunnu seta seg í samband við Vørn fyri nærri vegleiðing á telduposti: vorn@vorn.fo ella telefon: 31 10 65.