Veiðiorkan økt undir fiskidagaskipanini

- Verða allir skipabólkarnir tiknir undir einum, er veiðiorkan økt hesi árini, fiskidagaskipanin hevur verið í gildi, sigur trímannabólkurin, sum hugdi at fiskidagaskipanini

Fiskivinna

Í november í fjør heitti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, á Ólav A. Olsen (fyri Fiskidaganevndina), Petur Steingrund (fyri Fiskirannsóknarstovuna) og Kristin Rasmussen um at kanna fiskiorkuna á føroyska landgrunninum og Føroyabanka. Kristin varð valdur til formann fyri hesum arbeiði.
Orsøkin til áheitanina hjá landsstýrismanninum var, at stór ósemja er um, hvørt verandi fiskidagaskipan er sjálvregulerandi ? ella, um fiskiorkan økist, sum árini ganga.
Fiskimálaráðharrin metti tað vera neyðugt, at ein bólkur setti seg niður at kanna hesi viðurskifti og koma við eini frágreiðing, sum lýsir støðuna.
Tann 5. apríl í ár kom so bólkurin við síni frágreiðing.
Í sínum samandrátti, sigur bólkurin, at vera allir skipabólkarnir tiknir undir einum, er veiðiorkan økt hesi árini, fiskidagaskipanin hevur verið í gildi.
- Vit hava í hesi kanning hugt at, hvussu gongdin hevur verið við nýtsluni av teimum tillutaðu fiskidøgunum hjá teimum ymisku skipabólkunum og kunnu vísa á, at partrolararnir brúka færri dagar nú, enn tá ið fiskidagaskipanin varð sett í verk. Línuskipini brúka fleiri dagar, bólkur 4A hevur minkað eitt vet um nýtsluna, ímeðan bólkur 4B hevur eina størri øking. Eisini bólkur 5 hevur økt nógv um brúkta dagatalið. Hetta hendir, hóast samlaða tillutaða fiskidagatalið er skert við knøppum 20 % síðan 1996.
Bólkurin vísir á, at keyp og søla av døgum er økt, serliga er ein stór øking hjá bólki 4A frá fiskiárinum 2002/2003 til 2003/2004.
- Verður hugt at teimum førum, sum eru til fiskiskap, sæst sum heild, at ein lítil vøkstur er í støddini á skipunum, sum eru í vinnu, maskinmátturin hevur tó hug til at standa í stað. Vit hava ikki havt møguleika til at kanna bólk 5. Her kann ein broyting vera farin fram, uttan at ta_ er skrásett.
Víst verður á, at tovtímar hjá partrolarum og tal av húkum hjá línuskipunum var longu komið upp á eitt høgt støði, á_renn fiskidagaskipanin varð sett í verk, men øktist tó nakað fyrstu tvey árini undir fiskidagaskipanini. Síðani 1998 hevur royndin fyri hvønn dag verið umleið tann sama og hevur helst nátt loftið við verandi tøkni. Broytingar í veiðiorku eftir 1998 eru tí ikki vegna økta roynd fyri hvønn dag hjá línuskipum og partrolarum.
- Tað er tó sannlíkt, at útróðrarbátar (bólkur 4A og 4B) hava økt munandi um roynd (húkar í sjónum) fyri hvønn dag, men vit hava ikki havt nøkur tøl at halda okkum til, siga teir tríggir, Ólavur A. Olsen, Petur Steingrund og Kristin Rasmussen í frágreiðingini.