Veiðidagbók á Fish Fair

Nú North Atlantic Fish Fair er í Klaksvík, vísir Formula fram føroysku veiðidagbókina, sum felagið hevur ment í tøttum samstarvi við vinnuna.

Formula hevur í tøttum samstarvi við vinnuna ment eina nýggja teldutøka veiðidagbók til føroysku fiskivinnuna. Við veiðidagbókini er tað einfalt hjá fiskiskipum at skráseta veiðitøl á telduni og senda veiðifráboðanir talgildar til Fiskiveiðieftirlitið, sum útvegar skipinum veiðiváttanina til ES.

- Veiðidagbókin er løtt at handfara og við bert einum knøtti ber til at senda leypandi veiðifráboðanir til Fiskiveiðieftirlitið, sigur Formula.

Lagt verður aftrat, at skip, sum ikki hava internet, kunnu eisini brúka skipanina.

- Veiðitølini kunnu einfalt útlesast á ein geyma og sendast Fiskiveiðieftirlitinum, tá skipið er komi til lands. Skipanin er trygg og lýkur nýggju krøvini hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

Felagið vísir á, at veiðidagbókin er ment í Føroyum í tøttum samstarvi við vinnuna og verður áhaldandi ment, so hon eisini nøktar framtíðartørvin hjá fiskivinnuni.

Á North Atlantic Fish Fair, sum nú verður hildin í Klaksvík, vísir Formula fram nýggju skipanina.