-Fylgja vit tilmælinum frá ICES, er einki at gera uttan at leggja útróðrarflotan, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna. -Verður tilmælið hjá ICES um toskafiskiskapin fylgt, so er einki annað at gera enn at leggja útróðrarflotan, sigur Auðunn Konráðsson við Útvarpið.
Formaðurin hjá útróðrarmonnunum sigur, at vit eiga heldur at halda fram við sama dagatali, so fiskidagaskipanin sleppur at standa sína roynd.
Auðunn Konráðsson sigur, at fyrst í nítiárunum hevði ICES sama tilmælið, og trý ár seinni komu meiri enn 40.000 tons av toski upp á land.










