-Verður tilmælið hjá ICES um toskafiskiskapin fylgt, so er einki annað at gera enn at leggja útróðrarflotan, sigur Auðunn Konráðsson við Útvarpið. Formaðurin hjá útróðrarmonnunum sigur, at vit eiga heldur at halda fram við sama dagatali, so fiskidagaskipanin sleppur at standa sína roynd. Og Jóhannes Olsen, formaðurin í felagnum Línuskip, sigur somuleiðis við Útvarpið, at tað serliga verður húkaflotin, sum fer at kenna sviðan, um Løgtingið fylgir tilmælinum frá ICES og noktar toskaveiðu í føroyskum sjógvi næsta ár. Sambært honum hava tey 25 stállínuskipini ongar møguleikar, slepp tey ikki at fiska tosk.










